SugarDVD hevur lovað at keypa 250.000 útgávur av nýggjastu fløguni hjá 50. Í seinastuni hevur rapparin 50 cent verið í ?orðakríggj? ímóti mótstøðumanninum Kanye West og hetta hevur gjørt, at populariteturin hjá 50 hevur verið fallandi.
SugarDVD hevur sæð hetta sum ein møguleika at promovera seg. Við at keypa 250.000 útgávur av nýggjastu fløguni, ?Curtis?, hjá 50 og harvið fáa hann upp á toppin aftur, vil SugarDVD hava, at 50 skal ganga runt í einari t-shirt hvønn dag í eitt heilt ár, har navnið hjá SugarDVD stendur á. Hetta vil siga, at hann skal ganga í t-shirtini, tá ið hann fer í spa, tá ið hann liggur á strondini og tá ið hann ger nýggj videoløg.
Ekstra Blaðið skrivar, at hetta ikki er fyrstu ferð, at SugarDVD roynir at marknaðarføra seg á ein eksplosivan hátt. Á stjørnulistanum hjá fyritøkuni síggjast m.a. Adam Carolla og Beverly Hills 90210 stjørnan Tori Spelling.