Ferðafólk koyrd úr flogfarinum

Tá ferðafólkini høvdu sett seg væl til rættis umborð á flogfarinum hjá Atlantic Airways, sum var á veg til Billund hósdagin á middegi, fingu tey brádliga boð um at fara úraftur flogfarinum

Orsøkin var, at ein sjúklingur frá landssjúkrahúsinum skuldi flytast til Keypmannahavnar beinanvegin. Umboð fyri Atlantic Airways sigur, at einki annað flogfar var í nánd, og tí vórðu ferðafólkini biðin um at fara útaftur, tí talan var um bráfeingis sjúkraflutning.
Flogfarið skuldi til Billund, og øll ferðafólkini sluppu við Maersk-flogfarinum tveir tímar seinni. Sagt verður, at hetta kemur ógvuliga sjáldan fyri, men at seinkingin hjá ferðafólkinum í hesum førinum var ógvuliga lítil.