Ferðafólk nummar hundraðtúsund

Ferðafólk nummar 100.000 hjá Atlantsflogi í ár varð innskrivað á flogvøllinum í Vágum hósmorgunin

Flogferðsla

Vágar:Ferðafólkatalið hjá Atlantsflog er fyri fyrstu ferða nakrantíð í einum álmanakkaári farið upp um 100.000. Tað hendi hósdagin, tá Vilbjørg Eikhólm í Havn varð innskrivað á rutuni til Keypmannahavnar.
Hon var nakað ovfarin og glað, tá hon fekk at vita, hví so nógv myndatól vóru rundan um hana.
Eftir at Vilbjørg smaan við manninum Regini hevði skrivað seg inn, varð kunngjørt í hátalunum í terminalinum, at nú var ferðafólkatalið hjá Atlantsflogifarið um tey 100.000 í ár.
Síðan fekk hepna feðrafólkið handað blómutyssi frá Atlantsflogi, eins og stjórin, Magni Arge, eisini handaði henni ein feðraseðil fyri tvey, sum brúkast kann á rutunetinum hjá felagnum.
Magni Arge segði í stuttari røðu fyri hepnu ferðafólkunum, at tað frøddi hann, at tað vóru fólk, sum regluliga nýttu felagið, sum fingu hendan heiðurin.
Samstundis segði Magni Arge, at væntandi kann eitt annað hvast horn rundast komandi ár. Nevniliga at Atlantsflog fer at flyta ferðafólk nummar eina millión samanlagt. Tí sum er, hevur felagið flutt 920.000 ferðafólk, síðan byrjað varð í 1988, segði hann.