Ferðaráðið skrásetir ferðavinnuna

Ferðaráð Føroya er farið undir at savna hagtøl fyri føroysku ferðavinnuna. Endamálið er millum annað at vísa á, hvønn týdning ferðavinnan hevur fyri samfelagsbúskapin

Ferðaráð Føroya hevur sett sær fyri at skráseta ferðavinnuna, alla sum hon er. Hagtølini skulu so brúkast at vísa á, hvønn týdning ferðavinnan hevur landsbúskaparliga, og sum frálíður eisini í framtíðar marknaðarføring.
Á Ferðaráðnum hava tey ikki verið heilt nøgd við tey hagtøl, sum hava verið atkomulig um ferðavinnu í Føroyum. Talan hevur so at siga bert verið um tøl fyri gistingar á føroyskum gistingarhúsum. Men tey tølini hava heldur ikki verið serliga fullkomin og tískil heldur ikki heilt eftirfarandi.
Hagstovna hevur sent spurnarbløð til gistingarhús og hotel og so skrásett tað, sum aftur er komið. Men trupulleikin hevur verið, at ikki alt er komið aftur, sum ynskiligt var. Sostatt hevur Hagstovan í grundini bara skrásett partar av gistingunum, sigur Per Hansen, varastjóri á Ferðaráð Føroya.
Fólk frá Ferðaráðnum fara nú at leggja størri orku í at fáa fatur á teimum hagtølum, sum kunnu fáast um gistingar, vitjanir á kunningarstovum, ymsum søvnum, um fremmandar stuttleikabátar, sum vitja hendanveg, og annars tað, sum kann geva greiðu á, hvussu nógv ferðafólk vitjar okkum, hvørji tey eru, hvørji ørindi tey hava, og hvussu leingi tey eru í landinum, sigur Per Hansen.
Hann sigur, at slíkar kanningar hava ikki verið gjørdar fyrr. Tað einasta, sum hevur verið skrásett umframt tær gistingar, sum Hagstovan hevur skrásett, er hvussu nógv fólk ferðast til og úr Føroyum.
?Men hvaðani tey eru komin, hvar tey fara, hvat tey vilja her og so framvegis, vita vit ikki nóg neyvt, sigur hann.
Ætlanin er, at tølini fyri gistingarnar skulu fara til Hagstovuna at skráseta, sigur Per Hansen. Hini tølini, ið savnað verða, ætlar Feraráðið í fyrsta umfari sjálvt at hava til innanhýsis brúk, sigur hann.
Hann sigur, at á Ferðaráðnum halda tey, at týdningurin av ferðavinnuni í landsbúskapinum hevur verið eitt sindur undirmettur. Við hesi skrásetingini, tey nú eru farin undir, er ætlanin millum annað at rætta upp á hesa uppatanina, sigur varastjórin á Ferðaráði Føroya.