Nevndin, sum skal finna eina loysn á, hvussu ætlanin at gera undirsjóvartunnil í Sandoy, kann fremjast í verki, fer helst eisini at kanna ferðasambandið ímillum Suðuroy og meginøkið.
Tað væntar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Sum tað sæst í grein longur niðri á Portalinum, er nevndin, sum skal útgreina verkætlanina at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Sand, farin til verka.
Kári P. Højgaard sigur, at spurningurin er um Sandoyartunnilin ikki skal síggjast um ein partur av ferðasambandinum ímillum meginøkið og alt suðurøkið í Føroyum.
Endamálið við tí er at vita um tað er nøkur loysn at knýta Suðuroynna upp í Sandoyartunnilin fyri at gagnnýta hann betri.
Talan kann vera um at skipa ferðasambandið til og úr Suðuroy við rutusigling ímillum Suðuroy og Sandoy við einum minni skipi enn Smyrli.
Tey, sum skulu longur, koyra so ígjøgnum undirsjóvartunnilin inn á Streymoy.
Talan hevur verið um rutusigling ímillum Hvalba og Sand, men so skulu stórar íløgur gerast í ferjulegur í Hvalba og á Sandi, vegir í Sandoy og nýggjan Hvalbiartunnil.
Ein annar møguleiki er at sigla av Krambatanga á Sand og ein triði møguleiki er at ongar broytingar verða gjørdar.
At sigla ímillum Suðuroy og Sand hevur ligið í kortunum fyrr, men tá hevur talan verið um eitt minni skip enn Smyril, men afturfyri kann tað so sigla oftari.
Hvat halda tit: Skal ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina leggjast umvegis Sandoy. Til ber at siga sína hugsan niðanfyri.