Ferðaskrivstovurnar eru neyðugar

Ferðaskrivstovurnar, sum eru fyrstar at fáa samband við kundan, eru ein lívsneyðugur partur av ferðavinnuni. Tí tað er har, tað uppsøkjandi arbeiðið verður gjørt. Kunningarstovur og privatfólk hava ikki møguleika fyri at lýsa, sum ferðaskrivstovurnar gera, sigur stjórin á føroyskari ferðaskrivstovu í Danmark

Tað ber ikki til at hava ferðavinnu uttan ferðaskrivstovur, staðfestir Therese T. Kreutzmann, stjóri á føroysku ferðaskrivstovuni My Faroe í Keypmannahavn.
Hetta sigur hon í viðmerking til tað, sum Oda Andreasen, produktchefur hjá Stena Line, segði á ferðavinnufundi í Vágum páskaaftan, har hon legði upp til, at heimafólkið sjálvt skuldi fáa fatur á ferðafólki og royna at fáa tey til sín uttan um ferðaskrivstovurnar, sum fóru við ov nógvum pengum.
Oda Andreasen segði á fundinum í Mivági, at tað er umráðandi hjá fólki í eitt nú Vágum, at tey fáa so nógv ferðafólk sum gjørligt til sín uttan um ferðaskrivsovurnar. Hon nevndi í hesum sambandi Mallorca sum dømi, har hon segði at tey stóru norðurlendsku ferðafeløgini fara við vinninginum frá teimum nógvu túsundstals ferðafólkunum, tey senda hagar, og at ov lítið liggur eftir til heimafólkið. Fólk eiga sjálv saman við eitt nú kunnignarstovum at gera tað uppsøkjandi arbeiðið, sum skal til fyri at fá ferðafólkini at koma til sín, segði Oda Andreasen.

Ósamd
Therese Turidardóttir Kreutzmann, sum rekur ferðaskrivstovuna My Fair í Keypmannahavn, er púra ósamd við Odu Andreasen í hesi meting hennara.
?Tað er burturvið at hugsa so, sigur Terese Kreutzmann. Tí tað er ikki júst fyri at hava nógvar pengar, kunningarstovurnar í Føroyum eru kendar. Fyri at náa ferðafólki, har tey búgva, og fáa tey til Føroya, skulu nógvir lýsingarpengar brúkast. Og tað gera ferðaskrivstovurnar, sigur hon og vísir til, at hennara felag í fjør brúkti hundraðtúsundavís av krónum bara til maknaðarføring.
Ferðaskrivstovurnar og kunningarstovurnar hava hvør sína uppgávu, vísir hon á. Ferðaskrivstovurnar fáa fatur á ferðafólkunum og syrgja fyri, at tey fáa hug at koma til ferðamálið, sum eitt nú kann vera Føroyar. Kunningarstovurnar eiga hinvegin at syrgja fyri, at tað, sum ferðafólkini koma til, er í lagi, sigur hon.

Vørumenning
Heldur enn at fara at tosa um at loypa ferðaskrivstournar um, og sjálvur fara út at leita eftir ferðafólki, eiga tey, sum taka í móti fremmandafólki í Frøoyum, tað verið seg kunningarstovur, ferðaleiðarar, gistingarhús ella onnur, at syrgja fyri eini veruligari vørumenning innan ferðavinnuna, sigur Terese T. Kreutzmann.
?Tað er ikki tað, sigur hon, at tey ikki gera tað, sum er. Tí føroysk ferðavinnufólk gera eitt gott arbeiði. Men tá tosað verður um at umganga ferðaskrivstovurnar, hava fólk helst misskilt okkurt.
Hesi fólkini, sum taka í móti ferðafólki, hava sum høvuðsuppgávu at syrgja fyri, at tað, sum ferðafolkini koma til, er í lagi. At túrurin, sum lýstur er, verður gjørdur, tá hann er lýstur. At umstøðurna at búgva eru tær, sum lýst er við o.s.fr.
Tað ber ikki til, at fólk koma langvegis frá eftir at hava goldið fyri eitt nú ein gongutúr um fjøll, fáa at vita, tá tey standa klár at fara til gongu, at túrurin er avlýstur ella útsettur, tí ferðaleiðarin er farin á fleyg, ella tí, at ov fá fólk hava teknað seg til túrin.
Slíkt er ov lítil virðing fyri vinnuni og ikki minst fyri tí, sum hevur goldið fyri at koma til Føroya at ferðast. Men tað er tíverri so, at slíkt kemur fyri, og tað eigur að ikki, tí slík frmafeðr biur ikki fólk um at koma aftur sigur Terese T. Kreutzmann.