Ferðavinna bert gagnliga ávirkan á Føroyar

- Týdningarmesta ávirkanin av eini ferðavinnu er, at Føroyar koma á heimskortið, og tað letur upp fyri nógvum møguleikum, sigur Lise Lyck, serkøn í føroyskum viðurskiftum, sum heldur at tað er meiningsleyst at samanbera føroysk og grønlendsk ferðavinnuviðurskifti.

Fyri tveimum vikum síðani varð eitt ikki sørt skakandi álit um grønlendsku ferðavinnuna lagt fram fyri almenningin. Sambært álitinum hevur grønlendska ferðaráðið Greenland Tourism eftir øllum at døma blakað torvmold í eyguni á fólki og bilt myndugleikar og politikarar inn, at ferðavinnan er eitt stórt íkast til grønlendska landshúsarhaldið.

Er niðurstøðan hjá teimum trimum, ið hava gjørt álitið, tveimum hagtalsfrøðingum og einum búskaparfrøðingi røtt, vreingir Greenland Tourism veruleikan og manipulerar við tølum. Tað hevur nevniliga sagt, at 1500 ársverk eru í grønlendsku ferðavinnuni, at ferðafólkini, ið koma til Grønlands brúka slakar 10.000 krónur hvør og harvið geva grønlendska samfelagnum uml. 100 mill. kr. í inntøku. Sambært arbeiðsbólkinum eru ikki fleiri enn 220 ársverk í vinnuni, og hvørt ferðafólk brúkar ikki í nær námind so nógvar pengar sum Grønlendska Ferðaráðið vil vera við.

Í ovfarakæti hevur Greenland Tourism mett, at 61.000 ferðafólk fara at vitja í Grønlandi ár 2005 og at 2000 ársverk umframt 1500 onnur størv vera í ferðavinnuni tá. Og hóast hesi tøl eru endurskoðað eitt sindur í seinastuni, vísir henda heldur pínliga støðan, at metingarnar hjá stovninum byggja á gitingar og dreymar heldur enn veruleikan.


Kunnu vit samanbera?

Í samrøðu í blaðnum í farnu viku vísti Annika W. Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya á, at tað ikki ber til at samanbera føroyska og grønlendska ferðavinnu beinleiðis. Felagstrupulleikin hjá báðum er vantandi hagtøl og felagseyðkennið er, at bæði føroyingar og grønlendingar arbeiða við sama málbólki.

Lise Lyck, búskaparfrøðingur og serkøn í føroyskum viðurskiftum heldur, at tað bert ber til at samanbera ferðavinnuna í báðum londum í tann mun, at hesi eru í ferð við at fáa eina ferðafólkavinnu í gongd.

- Føroyar og Grønland eru bæði á einum byrjunarstigi, tá ið tað snýr seg um leiðslu, strategi og skipan av ferðavinnu. Men tá ið tað kemur til bygnaðin í hesum londum eru tey ógvuliga ólík. Tí er ein samanbering meiningsleys, sigur Lise Lyck.


Málrættað

Ein tann størsta forðingin í arbeiðinum hjá Ferðaráði Føroya er, at eingi hagtøl eru. Stjórin í Ferðaráðnum segði í farnu viku, at uttan hagtøl arbeiðir Ferðaráðið í blindum.

- Øll lond, sum arbeiða miðvíst við ferðavinnu sakna nóg góð hagtøl. Men tá ið ferðavinnan framvegis er á einum byrjunarstigi hevur tað nógv størri týdning at gera eina miðvísa og málrættaða ætlan fyri alt økið hjá Ferðaráðnum, sum eisini kann brúkast sum mátistokkur fyri, hvussu virksemið hjá Ferðaráðnum er, sigur Lise Lyck.

Lise Lyck ivast ikki í, at ferðavinnan í Føroyum er og kann verða eitt enn størri íkast til samfelagið og at hon kann fáa avgerandi týdning fyri framtíðarstøðu Føroya.

- Ferðavinna er altíð í fyrsta umfari ein íløga, men týdningarmesta ávirkanin av eini byrjandi ferðavinnu sæst ikki í beinleiðis tølum. Hinvegin eiga fólk at hava í huga, at við eini ferðavinnu eru fleiri fólk við til at rinda tænastuveitingar, hotellini og gistingarhúsini, sum eru fáa meiri at gera, handlarnir sum eru selja meiri, landið fær gjaldoyrainntøku, og tað týdningarmesta av øllum er, at Føroyar verða settar á heimskortið.

- At Føroyar verða kendar úti í heimi førir við sær, at dyrnar verða latnar upp fyri møguleikunum hjá føroyskum vørum á altjóða marknaðinum og tað ger, at føroyingar fáa eitt ummæli, sum hevur týdning fyri handil og annað.

- Eg dugi ikki at síggja, at ferðavinnan í Føroyum kann hava nakra skaðiliga ávirkan soleiðis sum hon er háttað. Bornholm, sum er á stødd við Føroyar og hevur sama íbúgvaratal sum Føroyar, fær 500.000 ferðafólk um árið uttan at tað hevur nakra órógvandi ávirkan. Ein tvífalding av ferðafólkatalinum fer eftir mínum tykki at hava gagnliga ávirkan á Føroyar. Altjóða merkingin av ferðafólkavinnu sum fyribrigdi rúmar nógv annað og meiri enn ferðavinnu sum so, sigur Lise Lyck.