Ferðavinnan kann oyðileggja náttúruna

Um vikuskiftið kundi tú lesa í Sosialinum, at ferðavinnan er voksin nógv seinastu tvey árini, og at eitt nýtt slag av ferðafólki er byrjað at vísa Føroyum áhuga. Meðan starvsfólk í ferðavinnuni frøðast um framgondina, óttast náttúruentusiastar, at ein vaksandi ferðavinna fer at styggja fuglalív burtur og slíta hagan niður. 

 


Náttúran er óivað okkara týdningarmesta vørumerki, tá vit skulu selja okkum til útheimin. Men vit skulu ansa eftir við at lokka ov nógv ferðafólk til Føroya, tí okkara náttúra er sera lítil og viðkvom. Hetta siga náttúruentusiastar og -serfrøðingar.


“Vestmannabjørgini eru destruerað. Her hava ferðamannabátar í ein mansaldur siglt forvitin ferðafólk runt, og avleiðingin er, at fuglarnir eru burturstygdir”, sigur Kári Thomsen, sum er fyrrverandi formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.


Hann óttast, at sama ræðumyndin fer at útspæla seg á øðrum attraktivum økjum.


“Til dømis sigla skjóttgangandi bátar ferðafólk út í Sumbiarbjørgini. Teir fresa runt tætt undir landi, og við tíðini fer alt fuglalívið at rýma har frá eisini”, sigur hann.


Vit mangla avmarkingar og skerjingar. Ferðafólk skulu ikki ganga frítt í náttúruni, men heldur skulu serligar rásir gerast til ferðafólk. Á tann hátt kann man lættari stýra ávirkanini av ferðavinnuni, tí man kann halda eyga við tey støðini, har ferðafólkini ferðast. Tað vóru náttúruentusiastar og serfrøðingar samd um, tá útvarpssendingin Grøna Valið umrøddi vandarnar við ferðavinnuni.


Stjala fuglaegg, tinnur og steinamos


Í sendingini hjá Kringvarpinum nevndu tey millum annað, at tey kendu fleiri dømir um, at ferðafólk hava tikið kilovís av tinnum, steinamos og fuglaegg við sær heim úr Føroyum. Inntil víðari hevur tað ikki sett sjónlig spor, at ferðafólk ólógligani hava stolið tinnur, steinamos og fuglaegg, men hvørjar kunnu avleiðingarnar vera, um ferðafólkatalið heldur fram at vaksa og fleiri fara at taka ein part av náttúruna við sær heim?


“Náttúran hjá okkum verður niðurslitin. Tað fara vit at síggja bæði í haganum, sum fer at vera niðurtrýstir og oyðilagdur. Men eisini fara vit at mangla fuglalív”, svarar Kári Thomsen.

 

 

Hann sigur, at myndugleikar og politikkarar skulu vakna nú. Ein verulig náttúruverndarlóg skal gerast og onkur skal setast til at umsita økið.


“Tað er ringt at gera nakað í Føroyum í dag, tí eingin er settur at umsita hetta økið”, leggur hann afturat.

 

 

Ferðavinnan tekur hædd fyri náttúruni

 

 

Hjá Visit Tórshavn er man ikki ósamdur.

 


“Vit hugsa nógv um náttúruna, og vit ynskja eisini at koma í ein dialog við náttúruentusiastar”, sigur Theresa Kreutzmann, leiðari hjá Visit Tórshavn.

 

 

Líka sum Kári Thomsen ynskir hon eisini greiðar avmarkingar í náttúruni. Hon hevur eitt ítøkiligt hugskot til, hvussu vit kunnu avmarka ávirkanina av ferðavinnuni.

 


“Um vit gera ræsir, kunnu vit stýra, hvar ferðafólkini ganga. Um vit harafturat taka pengar fyri at ferðafólk ferðast í okkara náttúru, hava vit betri møguleika fyri at seta mark á, hvussu nógv fólk sleppa at ferðast í okkara náttúru”, sigur Theresa Kreutzmann.

 


“Íslandi hevur longu ávarað okkum. Tey siga, at tey eru komin í lort til hálsin, tí tey ikki tóku atlit til náttúruna, tá ferðavinnan byrjaði at vaksa”, fortelur hon og leggur afturat, at øll í føroysku ferðavinnuni eru góð við náttúruna og framhaldandi fara at taka avgerðir, sum tryggja, at vit framvegis hava eina reina og órørda náttúru um 10 ár.