Ferðavinnan umsetur fyri 775 milliónir

Tað verður mangan sagt, at vit fáa ov lítið burtur úr ferðavinnuni, men nýggj hagtøl vísa, at samlaðu inntøkurnar av ferðavinnuni eru 775 milliónir krónur. Men tær kundu verið meir.

Eingi hagtøl finnast um ferðavinnuna millum 2004 og 2008. Hetta komst av, at tølini vóru so óviss, at Hagstovan ikki longur helt seg kunna standa inni fyri teimum, og tí gavst við at savna tey.
Ferðavinnufelagið vildi tó fegið hava atgongd til hesi hagtøl, og tí varð stig tikið til, at felagið sjálvt savnaði tølini.
Við stuðli frá Vinnuframagrunninum setti Ferðavinnufelagið Dagmar Joensen í starv at savna ferðavinnuhagtøl. Á henda hátt rinda vit helmingin av lønini og Vinnuframafelagið helmingin, sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Ferðavinnuráðnum.
Seinastu seks mánaðirnar hevur Dagmar Joensen so savna eina rúgvu av hagtølum fyri bæði 2010 og partvís 2009. Og tey vísa, at samlaða inntøkan í ferðavinnuni er 775 milliónir, ella á leið sama útflutningsvirði, sum uppisjóvarvinnan veiðir.
Av hesum smáu 800 milliónunum er tað ikki óvæntað tey bæði stóru flutningsfeløgini, Smyril Line og Atlantsflog, sum eiga bróðurpartin, 563 milliónir krónur tilsamans.
Men hotellini eru ikki heilt við sviðusoð. Sambært hagtølunum fingu gistingarhús 92,8 milliónir krónur frá sovandi gestum. Summarhús leigaðu út fyri 4,6 milliónir, meðan ból & biti, kamping og tjalding kastaðu 600.000 krónur av sær.

Nógv flest danir
Smyril Line hevur sera neyv hagtøl yvir tey ferðandi og hvar tey koma frá, og tað hava gistingarhúsini eisini.
Hesi hagtøl vísa heilt greitt, at danir eru nógv raskastir at vitja í Føroyum. Einir 17.613 danir komu til landið sjóvegis, meðan talið frá Atlantsflog sigur 28.800.
Eisini tá tað kemur til gistingar, eru danir langt á odda. Í fjør gistu danir omanfyri 70.000 nætur á føroyskum gistingarhúsum.
Næstraskastir at brúka føroysku gistingarmøguleikarnar, eru føroyingar sjálvir. Teir svóvu 22.000 nætur á gistingarhúsi.
Næstir eru norðmenn, íslendingar, bretar/írar, týskarar og sviar.
Tað hevur annars ligið á ljóði, at bíleggingarnar hjá hotellunum raplaðu niður, men hagtølini vísa nakað heilt annað. Gistingarnar í 2010 vóru 132.536 ímóti 109.210 í 2009. Hetta er ein vøkstur upp á 17,6%. Verður hugt at tølunum fyri 2003, sum er seinasta árið, Hagstovan gjørdi hagtøl fyri ferðavinnuna, so vóru gistingarnar tá 89.986. Talan var sostatt um ein vøkstur á 25,2% frá 2003 til 2009.
Samanlagt flutti Norröna 30.493 fólk til Føroya, meðan talið, sum ferðaðist um flogvøllin í Vágum var 192.000.

Væl nøgdur
Ferðavinnufelagið legði mikudagin nýggju hagtølini alment fram á Hotel Hafnia. Formaðurin í Ferðavinnufelagnum, Jákup Sverri Kass, var væl nøgdur við áhugan, sum varð vístur ferðavinnuni.
- Vit løgdu hagtølini fram fyri limunum í felagnum, og eini 50 vóru møtt av teimum umleið 60 limunum, sum vit hava. Og á almenna fundinum vóru bæði nýggi uttanríkisráðharrin og nýggi deildarleiðarin fyri ferðavinnuna, umframt fleiri politikarar, sigur Jákup Sverri Kass.
Og hann hevur rímiliga góðar vónir um framtíðar samstarvið við almennu myndugleikarnar.
- Nýggjur leiðari er settur fyri ferðavinnuna, komin er ein nýggjur uttanríkisráðharri og politikarar vísa vinnuni áhuga og tykjast hava sett seg inn í tingini, sigur Jákup Sverri Kass.

Miðvís eksponering
Formaðurin fyri Føroya Ferðavinnufelag vónar, at skipanin við Vinnuframagrunninum – ella onkrum øðrum sponsori – kann halda fram, so at samskiparin kann verða verandi í starvi.
Hann heldur annars, at framgongdin innan ferðavinnuna er takkað verði miðvisari marknaðarføring.
- Vinnan hevur seinastu árini satsað miðvíst helsur enn breitt, og tað er henda satsing, sum nú er um at geva úrslit, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at givna høvið í løtuni, Pál Joensen, ofta hevur verið umrøddur sum ein sera góð eksponering av Føroyum, men alt er ein spurningur um pengar.
- Atlantsflog brúkar einar sjey milliónir krónur upp á marknaðarføring og Smyril Line einar 12, men restin av ferðavinnuni eru ikki so stórir aktørar og tí er tað avmarkað, hvat teir kunnu brúka til at marknaðarføra seg, sigur Jákup Sverri Kass.
Men tað er í hvussu er at fegnast um, at tað hóast alt gongur fram á í ferðavinnuni, so sum nýggju hagtølini vísa.