Seinasta árið er tað í fleirtalið, at CTD hevur dripið, og nú ætlar landsstýrismaðurin, at okkurt skal henda í málinum.
- Áðrenn í gjár visti eg øgiliga lítið um hetta málið, men vit halda ein fund við viðkomandi pørtunum í komandi viku, har vit miða eftir at finna eina loysn, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at tað í løtuni eru tvey tilmæli, og á fundinum í komandi viku, skal finnast fram til, hvør av hesum leistum skal nýtast ella um báðir skulu verða nýttir.
Danska loysnin
Annað tilmælið er frá danska heilsustýrinum. Ætlanin í tí, er at nýta sokallaðu PKU-kortini, sum eru blóðroyndir, sum eru gjørdar frá 1982, men tey frá 1986 verða mett at vera nóg góð til kanningar.
Aksel Johannesen er eitt sindur ivasamur um hesa loysnina.
- Tá mann fer at kanna hesi kortini eru so nógv atlit at taka. Spurningurin er bæði etiskur og løgfrøðiligur, tí spurningurin er, um tú kanst kanna fólk, uttan at tey vita av tí og hava givið samtykki til tess. Hóast vit vanliga fylgja heilsustýrinum, so er støðan hon, at upp til 15 prosent koma skeivt fyri, og tí er møguleiki fyri, at fólk fara at ganga í góðari trúgv um at tey eru frísk og hava sjúkuna uttan at vita av tí.
- Løgfrøðiliga ber tað helst til at kann kortini, og mann roynir eisini at hjálpa fólki, men tað eru so nógvir aðrir spurningar, sigur hann.
Steuerwald loysnin
Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, er komin við hinum tilmælinum. Tað leggur upp til, at allir føroyingar skulu fáa møguleika fyri at verða kannaðir á eini føroyskari kanningarstovu, og hon heldur tað vera sera óetiskt at kanna fólk, sum ikki vita av tí. Somuleiðis heldur hon tað vera sera óheppið, at øll, sum ikki eru fødd í Føroyum, ikki hava PKU-kort, sum kann staðfesta sjúkuna.
Landsstýrismaðurin er eisini eitt vet ivandi um hesa loysnina.
- Hetta er helst dýrara loysnin, um landið skal rinda allan kostnaðin, men ein møguleiki er at geva øllum møguleikan at verða kannað ímóti einum brúkaragjaldi. Hetta hevur so við sær, at tað helst verða summi, sum eru sjúk, men ikki verða kannað, men hava øll havt møguleikan, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann leggur afturat, at mann ikki kann tvinga fólk at taka royndina.
Fólk verða kannað
Aksel V. Johannesen greiðir eisini frá, at tað longu er soleiðis, at fólk verða kannað.
- Kenna fólk seg ótrygg og eru í familju við onkran við sjúkuni, so kunnu tey fara til kommunulæknan, sum síðani tekur støðu til hvørt einstakt mál, so tað ber ikki til at siga, at fólk ikki verða kannað, staðfestir hann.
Hann vísir eisini á, at tað eru nógv fólk, sum longu eru kannað, men at ein veruligur skipaður leistur má finnast.
Tíðin óviss
Tá landsstýrismaðurin verður spurdur, hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn mann hevur bilbugt við dreparanum, so vil hann ikki staðfesta nakað.
- Tað skal sjálvandi gerast so skjótt sum gjørligt, men mann kann ikki krevja, at tað tekur styttri tíð enn fakfólkini eru før fyri, sigur landsstýrismaðurin, sum áðrenn mánadagin fer at boða landsstýrinum frá, at tað verður tørvur á peningi. Í fyrsta umfari nakrar fáar milliónir.
- Men vit halda fundin í komandi viku, og tá sleppi eg at hoyra, hvat fakfólkini hava at siga. So taka vit eina loysn harfrá, sigur Aksel V. Johannesen.