Fer frá sum forsætisráðharri og floksformaður

Labour-flokkurin gjørdi eitt rimmarval hósdagin og tryggjaði sær 412 sessir av teimum 650 í Undirhúsinum.

Rishi Sunak váttar, at hann fer frá sum forsætisráðharri, og hann ætlar eisini at leggja frá sær sum floksformaður, eftir at konservativi flokkurin tapti valið í Stórabretlandi.

 

Í morgun gjørdi forsætisráðharrin eina stutta viðmerking úr forsætisráðharrabústaðnum í Downing Street 10.

 

Eftir at Rishi Sunak hevur verið á Buckingham Palace og biðið Charles kong loysa seg úr embætinum, er væntandi, at Labour-leiðarin, Keir Starmer, fer at fáa initiativið at skipa nýggja stjórn.

 

Labour-flokkurin gjørdi eitt rimmarval hósdagin og tryggjaði sær 412 sessir av teimum 650 sessunum í Undirhúsinum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at við valinum í gjár sæst ein endi á 14 árum við konservativari stjórn í Stórabretlandi.