Tók heimsstjørnu á bóli: – Eg kundi ikki annað enn gráta av gleði

– Hetta er heilt surrealistiskt, sigur Michelle Heindriksdóttir Vígdá, sum er stórur fjeppari av heimskenda rapparanum Post Malone. Sunnudagin gav hon honum eitt beltispenni í gávu - og hon fekk eina gávu aftur frá honum.

Sunnudagin upplivdi Michelle Heindriksdóttir Vígdá nakað, hon ongantíð fer at gloyma.

 

Hon var til konsert hjá amerikanska rapparanum Post Malone í New York, og hon hevði eina gávu við til hansara, sum hann bleiv sera fegin um.

 

Tað var eitt persónligt beltispenni við hansara navni aftanfyri.

 

– Er hatta til mín? Holy fuck... Hetta er sjúkt! segði Post Malone, sum týðiliga var yvirraskaður og rørdur av gávuni út frá videobrotum, sum ferðast runt á sosialu miðlunum í dag.

 

Michelle Heindriksdóttir Vígdá, sum er dóttir Súsonnu Vígdá úr Fuglafirði, er stórur fjeppari av Post Malone.

 

Og hetta er ikki fyrstu ferð, hon hevur verið til konsert hjá honum ella givið honum eina gávu. Hon hevur verið til heilar 11 Post Malone konsertir.

 

– Vanligvís plagi eg at keypa krystallir til hann, men eg hugsaði, at nú mátti eg finna uppá okkurt meira persónligt. Ein dagin sá eg eitt video á TikTok frá @mollyscustomsilver, sum gjørdi heimagjørd beltispennir, og tá visti eg, at hann skuldi hava eitt slíkt frá mær næstu ferð, fortelur hon fyri in.fo.

 

Tað serliga var, at Post Malone takkaði ikki bara Michelle, tí hann gav eisini henni eina gávu afturfyri.

 

– Eg hevði ongar væntanir um at fáa nakað aftur yvirhøvur, so eg bleiv púrasta ovfarin, at eg kundi ikki annað enn gráta av gleði, tá hann gav mær sítt Chrome Hearts beltispenni í býti fyri tað, eg gav honum. Tað beltispenni er eitt, hann hevur havt sera leingi, so tað er ikki bara nakað, hann gevur burtur tilvildarliga, sigur ein glað Michelle Vígdá.

 

Soleiðis sær gávan frá henni út:

 

##med3##

 

Kennast tit nú?

 

– Konsertin sunnudagin var mín 11. konsert, og eg havi møtt honum 12 ferðir millum 2019-2024, og við tíðinii er hann byrjaður at kenna meg eitt sindur. Eg skal aftur til konsert 19 oktober í Nashwille, og tað verður mín síðsta konsert fyri í ár, sigur hon.

 

– Beint nú eri eg mest kend fyri at vera danskarin, sum ferðast til USA fyri at síggja hann syngja, og nú er videobrotið um belistpennið farið viralt - og tað er heilt surrealistiskt!

 

Michelle Heindriksdóttir Vígdá hevur eisini eina fjepparasíðu áInstagram, sum eitur @postycph, sum hevur 37.700 fylgjarar.

 

– Stórur partur av hansara toymi fylgir mær. Tað hevur sínar fyrimunir við sær, eitt nú at eg fái sent ókeypis merchandise, og tað eri eg sera takksom fyri, sigur hon.

 

Hygg at videobrotinum, har Michelle gevur Post Malone gávuna HER.

 

##med2##

 

##med4##