Fer ikki at raka vanlig fólk so nógv sum ætlað

Næsta fríggjadag verður støða tikin til, hvussu nógv, prísurin á streymi skal hækka næsta ár

Hjá vanligum fólki fer prísurin á streymi ikki at hækka so nógv næsta ár sum upprunaliga ætlað. Tað sigur Kári Johansen, formaður í stýrinum fyri SEV.

 

Annars var eykaaðalfundur í SEV tann 18. novembur við tí endamáli at áseta prísin á streymi fyri næsta ár. Prísurin á olju er nógv hækkaður, samstundis sum at vit standa fyri einum grønum, men dýrum, orkuskifti, og tískil hevði SEV skotið upp, at prísurin á streymi skal hækka 25 kilowattið næsta ár. Tað hevði svarað til einar 1000 krónur um árið fyri eitt vanligt húsarhald.

 

Men tað fekst ikki semja um tað, tí fundarluttakarar fingu valfepur, sum nevndarformaðurin segði. Tískil varð fundurin niðurlagdur til eftir valið og Kári Johansen sigur, at fundurin verður tikin upp aftur næsta fríggjadag, tað er 16. desembur. Tá verður tað so endaliga gjørt av, hvat prísurin á streymi skal vera næsta ár.

 

Kári Johansen sigur, at nevndin í SEV hevur viðgjørt málið av nýggjum og tey eru komin til eitt úrslit, sum er øðrvísi enn tað upprunaliga úrslitið, at streymurin skal hækka 25 oyru fyri kilowattið.

 

Hann vil ikki siga akkurát, hvat úrslitið er, men hann sigur kortini so mikið sum tað, at vanlig fólk fara ikki at merkja so nógv til príshækkingina, sum upprunaliga ætlað.