Tað sá rættiliga ógvusligt út á vegnum millum Skipanes og Skálabotn um ellivutíðina í gjárkvøldi. Blá blink vóru at síggja í fleiri støðum.
Tíbetur var tað ikki so álvarsamt, sum tað sá út at vera.
- Tað var ein bilur, sum fór útav vegnum. Bilførarin var einsamallur í bilinum og hevur mist tamarhaldið á bilinum, so hann fór niður í veitina omanfyri vegin. Ongin skaði hendi, men bilførarin gramdi seg um pínu í rygginum, og tí varð hann fluttur á landssjúkrahúsið, sigur løgreglan.
Harumframt vita teir at siga, at bilurin varð tikin upp í nátt, og at nakað av skaða hendi á bilin.
Um orsøkina til óhappið vil løgreglan onki siga, men staðfestir, at førarin ikki hevði drukkið.