Áheitan til Rættarnevnd Føroya Løgtings
Nú eitt ár aftur er runnið verður gjørt upp hvussu nógv eru deyð, og hvussu nógv hava fingið skaðar av ferðsluávum seinasta árið. Tíanverri sæst eingin broyting í mynstrinum og talinum enn (7 deyð harav 4 átjan nýtjan ára gomul).
Tað eru serliga tvær orsøkir, sum fáa meg til at skriva hesar reglur. Fyrsta er tað hjálparloysið, sum man mangan kennir, tá vit sum viðgerðarfólk standa við teimum avvarðandi hjá einum ungum menniskja, sum júst er deytt eftir bilavanlukku.
Tað er sera trupult at ugga hesi fólkini, tí tað er eingin meining í hesum tilburði. Seinra er, at tað ber til at gera nakað við hetta uttan kostna bert við lógaráseting.
Vit liva í einum samfelag, har bilaferðsla er neyðug, og av henni standast av og á vanlukkur, sum hava miss av mannalívi við sær, hesum slepst allarhelst ikki undan. Men tað sum sýnist mær óneyðugt spill av ungum monnum og kvinnum eigur at kunna fyribyrgjast betur enn í dag.
Fyri at lýsa, hvussu ymist ferðsludeyðin rakar, vil eg vísa tvær strikumyndir, onnur er úr Føroyum: Hon vísir talið av teimum deyðu í mun til aldurin í 15 ár (1978-1993), og hin úr Danmark, sum vísir talið av ringum heilaskaðum í mun til aldur og kyn í tveimum tíðarskeiðum.
Sum tað sæst, reisir ein tindur seg burtur úr, tað er aldursbólkurin 15-25 ár við tí hægsta punktinum svarandi til 18 ár. Vandin fyri at doyggja av ferðsluávum í hesum ungdómsárum er í Føroym tíggju fald í mun til aðrar aldursbólkar, og í Danmark er vandin fyri at fáa ringt mein av somu orsøk í hesum árum 3 til 4 fald.
Á strikumyndini úr Danmark sæst, at genturnar fáa skaðarnar 1-2 ár fyrri enn dreingirnir, allarhelst tí tær eru komnar upp í bilin hjá teimum eitt sindur eldru dreingunum.
Hetta eru døpur og ræðandi tøl, sum tað enn í Føroyum ikki hevur borið til at broyta, og eg stúri fyri komandi ári við somu ferðsluvannlukkum, somu unglingum og somu foreldrum, sum vit ikki kunnu hjálpa og ugga.
Men tað ber til at bøta um so, at vanlukkurnar og skaðarnir gerast færri, tað sæst eisini á strikumyndini við heilaskaðum. Har sæst, at skaðarnir eru minkaðir við einum triðjingi frá 1978 ? 1980 til 1991 ? 1993, tí at mesta ferðin er minkað og lóg um tvungið bilbelti er komin í millumbilinum, hesi tiltøk hava givið sjónligar broytingar.
Hvat ber til at gera í Føroyum? Sum tað skilst er nýggj ferðslulóg í umbúna, og tað er hóskandi høvi til at gera broytingar til at verja hesi ungu fólkini.
Eg haldi, at tað sum hevði gjørt stórsta mun, er ein avmarking í koyrikortinum tey fyrstu árini.
Hetta verður brúkt aðrastaðni. Eisini er tað galdandi í nógvum londum, um man skal læna bil, tá krevja útleigararnir, at lánarin er meiri enn 21 til 23 ár. Hetta verður kravt av tryggingarfeløgunum hjá teimum, tí tey kenna hagtølini. Ikki er tað rúsdrekkakoyringin, sum er tann størsti vandin hjá hesum ungu fólkunum, tí tey ansa væl eftir ikki at missa koyrikortið, sum tey júst hava fingið.
Stórsti vandin er náttarkoyringin, hetta vísir uppgerð hjá Landslæknanum og hetta vita vit, sum arbeiða við hesum vanlukkum eisini.
Um náttina og tíðliga um morgunin eru tey móð og ikki væl fyri, eisini eru umstøðurnar ikki góðar at koyra í, tað er myrkt, og um tað hevur regnað, er nógv ørkymlandi endurskin á vegnum, eisini er tað ofta kaldari um náttina og tí hálari á vegnum. Mær vitandi eru bert tveir tímar náttarkoyring í samband við koyrifrálæruna. Tí fari eg at mæla til, at nýggja ferðslulógin fer at treyta nýggju koyrikortini so, at tey, sum júst hava fingið koyrikort, ikki koyra um náttina tey fyrstu árini.
Tað ber ikki til, at Føroyar sum ein mentað tjóð, og at vit sum ábyrgdarfull vaksin, kunnu lata so nógv ung lív og lagnur fara fyri skjeyti.
Heimildir: Ársfrágreiðingar Landslæknans árini 1978 ? 1993. Behandling af traumatiske hjerneskader og tilgrænsende lidelser.
Sundhedsstyrelsen 1997
Polititsøðin í Havn
Havn Hin 20. januar 2000
Vinarligast
Høgni Djurhuus
Lækni