Ein syndarlig ferðsluvanlukka, sum kravdi tvey mannaliv, hendi leygarnáttina í Øravík. Bilurin kom av Tvøroyri, og tá hann kom til rulluportrið í Øravík, misti førarin eftir øllum at døma tamarhaldið á bilinum, sum rendi frontalt inn í el-tornið, sum stendur skamt frá vegnum.
Klokkan var 2.27 tá løgreglan á Tvøroyri fekk boðini, sum søgdu at fýra mans stóru fastkleimdir í bilinum. Tá løgreglan og bjragingarliðið komu á staðið staðfestu teir, at førarin og síðumaður hansara longu vóru deyðir, meðan teir báðir, sum sótu á baksetrinum enn vóru á lívi. Hesir báðir hava fingið sera stóran skaða.
Løgreglan á Tvøroyri sigur við Sosialin, at so vítt teimum kunnugt, so er rúsdrekka ikki orsøkin til ferðsluvanlukkuna. Hinvegin meta teir, at ov nógv ferð var orsøkin til syndarligu vanlukkuna.
Av Tvøroyri frætta vit, at teir báðir, sum hava latið lív, eru ávikavist 18 og 19 ára gamlir.