Fyri at øll skulu kunna trívast í Tórshavnar kommunu er fyrsta treyt, at vit tryggja øllum hóskandi bústað. Tað merkir, at vit skulu hava eitt nógv breiðari úrval, so at vit nøkta tørvin hjá øllum: ungum, støkum, barnafamiljum og eldri
● Lestraríbúðir. Skulu vit halda tey ungu í landinum, mugu vit geva teimum møguleika at flyta út frá foreldrunum og byrja fyri seg sjálv – eisini tá ið tey stovna sína egnu lítlu familju.
● Eldraíbúðir/deplar. Tað skal bera til at flyta úr stóru húsunum til smærri íbúðir, tá ið tørvurin á plássi minkar og orkan til viðlíkahald gongur undan. Eitt nú kundu íbúðirnar verðið skipaðar sum deplar, soleiðis at okkara eldru ikki eru einsamøll, men búgva tætt saman við øðrum eldri. Tað skulu sjálvandi vera fleiri felagshøli til aktivitetir og hugna.
● Røktaríbúðir. Vit skulu byggja røktaríbúðir, sum eru knýttar at røktarheimum. Soleiðis kunnu hjún liva saman, sjálvt um ein teirra hevur røktartørv. Fyrsta røktarheimið við røktaríbúðum er í stoypiskeiðini – tað verður í Stórubrekku, og arbeiðið er longu bjóðað út.
● Røktarheim. Vit skulu ikki hava langar bíðilistar til røktarheimspláss, og vit skulu minnast til, at røktarheim fyrst og fremst eru ein bústaður og eitt heim.
##med2##
● Lutaíbúðir. Ein upplagdur møguleiki, sum enn ikki finst í Tórshavnar Kommunu. Lutaíbúðir eru ein góður møguleiki hjá teimum, sum ikki hava eginfígging, men sum kortini klára eitt lán til sín lut í eini íbúð. Tað merkir, at tey kunnu rinda til sítt egna og spakuliga uppbyggja sær eginfígging til næsta bústaðin – til dømis egin hús. Lutaíbúðir eru eisini ein góður møguleiki hjá eldri, sum vilja flyta úr stóru sethúsunum, men sum kortini enn vilja eiga sítt egna. Her er møguligt hjá fleiri ættarliðum at búgva tætt at hvørjum øðrum.
● Bíligari leiguíbúðir/bústaðir. Higartil hava vit hugsað rættiliga siðbundið, tá ið vit hava bygt leiguíbúðir. Men vit eiga at hugsa øðrvísi, eitt nú at fáa aðrar partar við, so vit fáa kostnaðin niður. Til dømis loyvir nýggja lógin, at Tórshavnar kommuna setur 20% í eitt felag saman við Bústaðir, og saman við landinum eiga vit at leingja um afturgjaldingina – eitt nú til 50 ár - tí tað fer at lækka leiguna. Ein onnur loysn kundi verið at fingið íleggjarar í kommunalu byggiprojektini - til dømis pensjónsfeløg og aðrar grunnar, so prísurin verður lægri og eindirnar verða fleiri.
● Útstykkingar til grundøkir og raðhús. Framvegis vilja føroyingar í stóran mun hava egin hús, serliga meðan børnini eru smá. Stórar útstykkingar eru í gongd, men vit mugu blíva við at stykkja út, so at fólk, sum vilja, sleppa at byggja og seta búgv í kommununi. Tað má ikki vera vantandi grundstykki, ið fáa fólk at velja kommununa frá. Raðhús eru eisini væl umtókt og fók skulu kunna velja raðhús. Tað kann gerast á ymsar mátar. Eitt nú eftir leistinum Millum Gilja, Inni á Gøtu, í Berjabrekku og í Tórsbyrgi.
Hesi átøkini mugu gerast um alla kommununa, so fólk sleppa at búgva, har tey vilja í Tórshavnar kommunu – eisini í teirra nærumhvørvi
Tí í Tórshavnar kommunu skulu vit øll trívast – og kunna seta búgv
X við Elin Heðinsdóttir Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin