Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar í Vágatunlinum. Tríggir bilførarar vóru skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Ein koyrdi 102 km/t, ein koyrdi 105 km/t og ein koyrdi 100 km/t.
Vaktleiðarin sigur, at tveir teirra vóru útlendingar, talan var um ferðafólk. Og tá so er, so skal bótin gjaldast á staðnum. Tey vórðu tí noydd til at koyra til nærmastu sjálvtøku saman við løgregluni, soleiðis at tey fingu greitt síni viðurskifti.
Um 13 tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at steinar vóru á koyribreytini beint uttan fyri norðara enda av Kollfjarðatunlinumm. Løgreglufólk, sum vóru nærindis, fóru á staðið og fingið steinarnar av vegnum. Tíbetur hendi eingin skaði av hesum, sigur vakleiðarin á politistøðinni.
– Fólk eru røsk at greiða frá slíkum, sum sigur vaktleiðarin.










