Hotel Hilton hevði hall upp á 4,5 milliónir krónur

Leiðslan er ikki nøgd við ársúrslitið, sum hevur verið ávirkað av færri gestum, enn roknað varð við

Tað sigur leiðslan á Hotel Hilton í ársfrágreiðingini hjá felagnum, sum eigur hotellið. Partafelagið handan hotellið eitur P/F Atlantic Hotel, og eigari eru Atlantic Airways, sum eigur felagið alt sum tað er. 

Felagið skrivar í leiðslufrágreiðingini í roknskapinum, at ársins bruttoúrslit er 30.773.000 krónur ímóti 25.694.000 krónur síðsta ár. Úrslitið eftir skatt er -4.537.000 krónur ímóti -2.644.000 krónur síðsta ár. 

– Leiðslan metir ikki ársúrslitið vera nøktandi, stendur í leiðslufrágreiðingini, har víst verður á, at roknskaparárið hevur verið ávirkað av, at vøksturin í hotellgistingum ikki hevur verið á tí støði, sum tey høvdu mett frammanundan.

– Eisini hevur hækkandi kostnaðarstøði í føroyska samfelagnum havt neiliga ávirkan á úrslitið, harumframt hevur útbygging av hotellinum Hilton Garden Inn Faroe Islands tyngt raksturin nakað, stendur í leiðslufrágreiðingini.

Felagið vísir á, at raksturin hjá hotellinum er serliga tengdur at gongdini í føroysku ferðavinnuni og føroyska búskapinum sum heild.

Leiðslan væntar eitt positivt úrslit komandi ár, sum er munandi betri enn í 2025.