Ferdinand er klárur

Rio Ferdinand hevði sítt stríð av hálvfinalunum móti Arsenal, har hann kroysti tvey rivjabein í fyrra dystinum, meðan hann fekk ein knæskaða í seinna dystinum. Men United-skiparin sigur seg vera til reiðar at spæla finalu móti Barcelona í kvøld.

? Eg havi tað fínt, og eg merki ikki nakað til skaðan undir venjing. Og tað sigi eg ikki, tí eg vil spæla fyri ein og hvønn prís. Ivaðist eg í hesum, hevði eg ikki sagt meg vera til reiðar, tí møguleikin hjá liðnum at vinna hevur nógv meira at siga enn mín møguleiki at spæla í finaluni, sigur Rio Ferdinand.