Ferdinand hevði vrakað United í dag

Rio Ferdinand væntar ikki, at Manchester United vinnur nakað, sum helst hetta kappingarárið

Fyrst í hesari øldini varð hann ein av stóru hetjunum hjá Manchester United, men í dag hevði hann ikki skrivað undir ein sáttmála við Manchester United.

 

So bersøgin er gamli verjuskansin hjá Manchester United, Rio Ferdinand. - Hann staðfestir í einari samrøðu, at var hann ein ungur og lovandi fótbóltsspælari, so hevði hann ikki havt heimavøll á Old Trafford í Manchester. - Tað einasta eg gekk uppí varð at vinna steyp. Hetta kappingarárið trúgvi eg ikki, at Manchester United kemur at vinna nakað, sum helst steyp. Hetta endurgevur bretska blaðið "Mirror". 

 

Rio Ferdinand trýr ikki uppá, at Manchester United megnar at kappast við Manchester City og Chelsea, tá um stórar peningaupphæddir ræður. - Nógv er broytt hesi tvey árini, síðani eg fór úr Manchester United. Tá Manchester United royndi at fáa mina undirskrift í 2002 vóru onnur feløg inni í myndini, sum Barcelona, Roma, Real Madrid og Chelsea. Men tað einasta, sum mól í høvdinum hjá mær varð at vinna steyp. Tað snúði seg ikki um hvar eg búði, ella hvussu nógvan pening eg forvann. Tað snúði seg bara um hvat felag í Onglandi eg kundi vinnað steyp við. Og tað varð Manchester United. Tað var tað einasta eg legði nakað í, og restin er søga, greiðir Rio Ferdinand frá í samrøðuni. 

 

- Í dag kappast United við City í Manchester, sum hevur væl fleiri pengar, og United kappast við Chelsea, sum hevur minst líka nógvar pengar, og sum heldur til í London, sum tiltrekkir nógv fólk. Tí standa United veikir, tá teir skulu tiltrekkja spælarar til felagið, staðfestir Rio Ferdinand.

 

Rio Ferdinand væntar, at Manchester City vinnur Premier League frammanfyri Chelsea. Hann væntar av øllum illum, at Manchester United verður millum fýra tey fremstu, men hann væntar ikki, at United vinnur nakað, sum helst hetta kappingarárið.

 

Rio Ferdinand væntar ikki, at nakað enskt lið vinnur Champions League hetta kappingarárið.