Tað verða alsamt fleiri og fleiri bilar, sum koyra ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar. Tað vísir ein samanlegging, sum tunlafelagið hevur gjørt.
Samanteljingin vísir, at í juni í ár setti ferðslan í Vágatunlinum met, tí hendan mánaðin koyrdu 2.157 bilar ígjøgnum tunnilin um dagin í miðal. Hetta er ein øking á 13 prosent aftur ímóti í juni mánað seinasta ár, tá ið tað koyrdu 1.909 bilar ígjøgnum Vágatunnilin í miðal um samdøgrið.
Fyrstu seks mánaðirnar í ár koyrdu 325.755 akfør í Vágatunlinum afturímóti til 297.618 akførum fyrstu seks mánaðirnar fjør, tað er ein vøkstur á 9,5 prosent.
Eisini í Norðoyatunlinum er ferðslan økt. Í juni mánað í ár koyrdu 2.422 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin um samdøgurið, tað er ein øking á 4,7 prosent afturímóti í juni seinasta ár, tá ið tað koyrdu 2.314 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin um samdøgurið.
Tilsamans koyrdu 404.559 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin frá januar til juni í ár, í 2013 var hetta tal 377.226 akfør og sostatt er ferðslan økt 7,5 prosent.
Sosatt kann staðfestast, at tilsamans hava 730.314 bilar koyrt ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar í fyrra hálvár í ár, og fyrra hálvár í fjør var talið 674.884 bilar.
|