Fleiri særd eftir russiskt loftálop á ferðafólkatok í Ukraina

Eitt ferðafólkatok er rakt av einum russiskum loftálopi í býnum Shostka har norðuri í Ukraina.

Hetta skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, í einum uppslagi á X.

Forsetin hevur eisini deilt eitt video av tokinum, sum er oyðilagt og eldur er í.

Í minsta lagi 30 hava fingið skaða í álopinum, og eitt yvirlit yvir støðuna er nú greið, skrivar Zelenskyj.

Oleh Hryhorov, sum er guvernørur í økinum, váttar hendingina í einum uppslagi á Telegram, skrivar Reuters.