Um tveytíðina í nátt hendi eitt ferðsuóhapp á vegamótinum Dalavegur/Jóannesera Patursonargøta í Havn. Ein bilur, sum kom niðan eftir Dalavegnum fram við Gamla Kirkjugarði, koyrdi út fyri ein bil, sum kom heim eftir Jóannesar Paturssonargøtu.
Bilarnir stoyttu saman, og stoyturin var so harður, at bilarnir fingu stóran skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Har mátti ruddast uppaftur og bilarnir flytast av staðnum.
Talan var um eitt víkiskylduóhapp, har tann, tí tann, sum kom niðan eftir Dalavegnum helt ikki treytaleysu víkiskyldu sína.
Beint fyri midnátt rendi ein bilur á ein parkeraðan bil í Havn. Tá løgerglan kom á staðið vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd var tikin, og førarin skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.Beint fyri midnátt rendi ein bilur á ein parkeraðan bil í Havn. Tá løgerglan kom á staðið vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd var tikin, og førarin skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.