KA er á gáttini til at vinna niðara endaspælið

Jóan Símun Edmundsson mátti av vøllinum í fyrra hálvleiki

Nú bert eitt umfar er eftir at leika eru Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri á gáttini til at vinna niðara endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag vann KA á heimavølli stórsigur 5-1 á Akranesi á Greifavøllinum á Akureyri. Akranes legði seg á odda longu í sjeynda minutti, men KA fekk skjótt høvdið fyri seg, og var heimaliðið á odda 2-1 í steðginum. Eitt skár í gleðini var tó, at Jóan Símun mátti av vøllinum fýra minuttir undan steðginum. 

 

Í stuttari viðmerking sigur Jóan Símun: - Eg havi havt trupuleikar í vikuni við einum skaða. Vænti ikki at tað er nakað sum heldur mær úti longi. 

 

Hallgrímur Mar Steingrímsson við tveimum málum, Birgir Baldvinsson, Ingimar Torbjörnsson Stöle og Ásgeir Sigurgeirsson syrgdu fyri málunum hjá KA.

 

KA er fremst í niðara endaspælinum við 36 stigum nú bert eitt umfar er eftir at leika. ÍBV er næstfremst við 33 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 tekur ÍBV móti KA úti í Heimaey. Við sigri ella javnleiki vinnur KA niðara endaspælið.