Tað er so nógvur vindur og kavi í morgun, at tað hevur darvað ferðsluni rættiliga illa.
Tað eru rættiliga ring líkindi í morgun, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu langt tað er útliðið.
Løgreglan sigur, at nøkur ferðsluóhapp hava verið í Eysturoy, har bilar eru farnir útav í vindi og hálku.
Men eisini koyring hjá Bygdaleiðum er darvað. Bussurin til Oydafjarðar og Hellurnar koyrir ikki fyribils og Bygdaleiðir koyra heldur ikki í Sundalagnum ella á Skálafjarðarleiðini.
Tað verður heldur ikki koyrt oman til Sørvágs og koyringin ímillum Havnina og Klaksvík er eisini óreglulig í morgun.
Eisini flogferðslan er darvað og fleiri flogfør eru seinkað í dag, bæði úr Vágum og í Vágar.