“Ferige-time” á Old Trafford

Premier League: Manchester United vann í yvirtíðini, og Steven Gerrard vann á Everton

Seks dystir hava verið í 23. umfari í Premier League í dag og í gjár. Manchester United er aftur í topp fýra, fleiri av botnfeløgunum vunnu og Steven Gerrard vann við Aston Villa á gomlu grannunum úr Everton.

 

Tað var ikki fyrr enn í 92. minutti, at Marcus Rashford skoraði einasta og avgerandi málið í dystinum móti West Ham í dag. Tað bleiv í gomlum døgum rópt fyri “Fergie-time”, tá Manchester United við Sir Alex Ferguson á odda vann dystir móti endanum. Við sigrinum er Manchester United fyribils á fjórða plássi í Premier League.

 

Í gjár vann Norwich 3-0 á Watford og hálaði seg upp um niðurflytingarstrikuna, meðan Newcastle í dag vann 1-0 á Leeds, og nú nærkast niðurflytingarstrikuni í hvørjum. Stríðið um at sleppa undan niðurflyting er knall hart millum Burnley, Watford, Newcastle og Norwich.

 

Tað bleiv gjørt nógv burturúr, at Steven Gerrard, venjari hjá Aston Villa, í dag var á vitjan hjá gomlu grannunum Everton, sum hava heimstað í Liverpool. Aston Villa vann 1-0 og góðan gongdin hjá Steven Gerrard heldur fram, meðan Everton er í leikligari kreppu.

 

Og so er Wolverhampton farið at gera um seg í stríðnum um plássini í Evropa. Wolverhampton vann í dag 2-1 á útivølli móti Brentford.

 

1Man City22182254:1356
2Liverpool21136255:1845
3Chelsea23128346:1844
4Man Utd22115636:3038
5West Ham23114841:3137
6Tottenham19113526:2236
7Arsenal20112733:2535
8Wolves21104719:1634
9Brighton21611422:2229
10Aston Villa21821128:3226
11Leicester1974833:3625
12Crystal Palace2159730:3124
13Southampton2159725:3324
14Brentford23651226:3823
15Leeds2157924:4022
16Everton20541124:3519
17Norwich City22441413:4516
18Newcastle21291021:4315
19Watford20421423:4014
20Burnley1718816:2711