Fernando Alonso vann keðiliga formil 1 koyring

Spanska formil 1 koyringin endaði við eini spanskari veitslu, og eingin ivi er um, at allir lokalu fjeppararnir vóru ovfarakátir, tá teirra hetja vann. Men fyri tey óheftu var koyringin beinleiðis møðsom.

Formil 1

Ungi spanski heimsmeistarin í formil 1 Fenando Alonso vann sannførandi á heimabreytini í Barcelona í dag. Alonso í Renault var fremstur frá byrjanini, til hann koyrdi um málstrikuna 18,5 sekund framman fyri Michael Schumacher í Ferrari.

Koyringin gjørdist annars óvanliga keðilig við fáum nærdystum og ongari yvirháling á breytini, um vit ikki telja sjálva byrjanina við. Einastu veruligu roynd at yvirhála átti Ralf Schumacher, ið royndi at sleppa framvið liðfelaganum Jarno Trulli, men Trulli vísti ikki nógvan góðvilja yvir fyri liðfelaganum og lat hurðina aftur so ógvusliga, at Ralf Schumacher misti framvongina og eini 10 pláss, í síðsta enda var bilurin so illa skaddur, at hann noyddist at gevast nøkur umfør seinni.

Juan Pablo Montoya hevði eitt ringt vikuskiftið og byrjaði av 11. plássi. Á 18. umfari snaraði hann runt á breytini, og endaði við at hanga fastur á kantinum millum breytina og skervgrøvina. Hetta var ein vandamikil støða, serliga tá bilurin skuldu takast burtur aftur. Undir vanligum umstøðum hevði trygdarbilurin komið á breytina. Men hesuferð vóru menn sendir út við kranabili fyri at taka bilin burtur, meðan ferðslan drønaði framvið fáar metrar frá teimum.

Hetta var ein óvanlig avgerð, tí seinastu koyringarnar hevur trygdarbilurin verið á breytini ofta í líknandi støðum og støðum, ið hava tykst minnið vandamiklar. Men tað slepst ikki uttanum, at Fernando Alonso júst hevði verið í pittinum, og varð trygdarbilurin settur á breytina, kundi hetta havt kostað honum sigurin á heimabreytini. So avgerðin um at sett trygdarbilin á breytini, hevði verið ein djørv avgerð í formil 1 svaka Spania.