Ferrari bilhús í Danmark

Nú skulu Ferrari hava sítt egna bilhús í Danmark. Tað er Formula Automobiles, sum umboðar Ferrari í Danmark, ið stendur fyri hesi bygging í Lyngby, sum Årstiderne Arkitekter hava teknað.

 

Bygningurin verður tilsamans 5.000 fermetrar við m.a. parkeringsøki, verkstaði, showrúmi og skrivstovum. Stórur dentur er lagdur á, at húsið verður ljóst og innbjóðandi við flottum glasfasadum, so Ferrari bilarnir koma so væl til rættis sum gjørligt.

 

Årstiderne Arkitekter hava áður teknað bilhús fyri t.d. BMW og Mercedes-Benz.