Ferrari, McLaren BMW

Ein lítlan hálvan tíma eftir at liðfelagin, Felipe Massa, hevði parkera sín Ferrari við síðuna av breytini sera skuffaður, koyrdi Kimi Räikkönen skjótastu tíðina av øllum og fekk sostatt fyrstu byrjunarstøðu í formil 1 koyringini í Albert Park.

 

Tað vóru Räikkönen, McLaren bilarnir og Nick Heidfeld í BMW, ið áttu fremstu plássini seinasta part av tíðarkoyringini, og tá avtornaði vóru tað gomlu kappingarneytarnir Räikkönen og Alonso, ið byrja lið um lið í morgin. Nick Heidfeld vísti, at BMW kann gera seg galdandi, við einari sannførandi triðju byrjunarstøðu og liðfelagin hjá honum Kubica í fimtu støðu, vísti at her var talan um annað enn bert hepni.

 

Fyri Lewis Hamilton, ið koyrdi sína fyrstu formil 1 koyring, var fjórða plássið ein ótrúliga flott byrjan.

 

Fyri Renault, ið longu frammanundan koyringina mettu seg vera eitt sindur aftan fyri McLaren og Ferrari, staðfesti byrjunarstøðan hjá Fisichella, sum nummar seks og Kovalinen sum nummar trettan, at liðið hevur langt á mál.

 

Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

 

Úrslit Bilførari Lið

1 Kimi Räikkönen Ferrari

2 Fernando Alonso McLaren-Mercedes

3 Nick Heidfeld BMW

4 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes

5 Robert Kubica BMW

6 Giancarlo Fisichella Renault

7 Mark Webber Red Bull-Renault

8 Jarno Trulli Toyota

9 Ralf Schumacher Toyota

10 Takuma Sato Super Aguri-Honda

11 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

12 Nico Rosberg Williams-Toyota

13 Heikki Kovalainen Renault

14 Jenson Button Honda

15 Alexander Wurz Williams-Toyota

16 Felipe Massa Ferrari

17 Rubens Barrichello Honda

18 Scott Speed STR-Ferrari

19 David Coulthard Red Bull-Renault

20 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari

21 Adrian Sutil Spyker-Ferrari

22 Christijan Albers Spyker-Ferrari

 

Hetta er eisini fyribils byrjunarstøðan í koyringini í morgin, tó skal hædd takast fyri, um onkur bilur møguliga fær tíðarrevsing fyri okkurt.