Paul McCartney hevur givið út ein sang við nærum ongum ljóði sum mótmæli móti vitlíki í tónleikaídnaðinum.
Tað skrivar Guardian í dag.
Lagið, sum er tveir minuttir og 45 sekund langt, og sum er samansett av súsan í upptøkustovuni og skramblan av tónleikinum, er partur av LP-fløguni "Is This What We Want".
Tónleikararnir handan tiltakið hava varhugan av, at nýggj lóggáva fer at loyva fyritøkum at brúka sangir til at útbúgva vitlíki á ein hátt, sum fer at oyðileggja inntøkurnar hjá listafólkum.
Tey mótmæla einum bretskum lógaruppskoti, sum framvegis er í viðgerð.
- Tónleikararnir, sum eru við í hesi fløguni, tóku seg saman at mótmæla hesum. Fløgan er upptøkur av tómum studio, sum umboða ta ávirkan, sum vit vænta, at uppskotini hjá stjórnini fara at hava á lívsgrundarlagið hjá tónleikarum, stendur á heimasíðuni hjá verkætlanini.
Onnur kend listafólk, sum hava verið við til at skriva verkætlanina, eru Kate Bush, Annie Lennox, Damon Albarn, The Clash, Pet Shop Boys og Jamiroquai.
"Er hetta tað, vit vilja" kom fyrstu ferð út talgilt í februar.
Bretska stjórnin sigur í eini fráboðan til The Guardian, at hon roynir at hoyra bæði "bretskar og globalar fyritøkur" og kreativa ídnaðin um málið.
Eitt fyrimynd, sum hevur ligið á borðinum, er, at rættindahavarar virknir skulu tala at, um teirra verk ikki skulu brúkast til venjing.
Bæði at útbúgva vitlíki og tónleikur, sum tey sjálvi framleiða, eru stór umrøðuevni í tónleikavinnuni.
Ein nýggj kanning, sum granskingarstovnurin Ipsos hevur gjørt vegna stroymingstænastuna Deezer, vísti, at fólk hava stórar trupulleikar við at siga mun á tónleiki, sum menniskju gera, og vitlíki.
9.000 fólk tóku lut í kanningini, har hvør persónur hoyrdi tríggjar sangir og skuldi finna útav, hvørjir vóru 100 prosent skaptir av vitlíki.
Úrslitið var, at 97 prosent svaraðu skeivt - næstan øll.
52 prosent svaraðu síðani, at tað ikki var nakað, tey kendu seg væl við.
/Ritzau











