Størsta ódnin summarið í fjør rakti Summar Festivalin væl og virðiliga, og tað gjørdist neyðugt at taka telt og básar niður, so alt ikki fór á flog. Ein kann tískil undrast á, at tað er borið til at varðveita tileggjuna og fáa turrar føtur aftur. Summar Festivalurin verður aftur í ár komandi vikuskiftið, og veðrið sær út til at fara at halda seg innan tryggu karmarnar. Trý tey størstu útlendsku nøvnini, ið ein kann vænta at síggja og hoyra komandi vikuskiftið verða Alphabeat, Smokey og vælkenda Spice gentan, Mel C. Trý onnur útlendsk nøvn á verða eisini á skránni, har ímillum Basim, DJ Fireflei og 18 Hands. Tey seks útlendsku nøvnini eru væl færri, enn tey seytjann, ið framførdu á G! Festivalinum í fjør, men Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum, sigur, at tey hava eina góða skrá.
- Vit hava nógvar góð føroysk nøvn, har ímillum Lena Andersen og Kári P. Spurningurin er eisini, um tað er rætt at taka so nógvar útlendskar bólkar. Ein føroyskur festivalur noyðist at hugsa um eitt sindur strategiskt. Vit fáa ikki meir, enn vit hava ráð til, sigur Steintór Rasmussen.
Somuleiðis sigur hann eisini, at um tey skuldu fingið fleiri útlendsk nøvn, hevði hetta flutt fokus. Mann skal ikki lata útlendsku nøvnini ganga út yvir teimum føroysku, og heldur skal mann geva fáum bólkum pláss, heldur hann.
Fyrireikingar
Fyrireikingar hava verið líka síðan seinasta Summar Festival, greiðir Steintór Rasmussen, fyriskipari, frá.
- Tað er eitt ársverk, sigur hann. Nú tað nærkast upp undir festivalin, eru fleiri ítøkilig og praktisk arbeiði, ið skulu gerast. Øll tjøldini eru sett upp hesa vikuna og pallurin somuleiðis. Eini hundrað fólk eru beint nú til arbeiðis upp undir festivalin, og Steintór Rasmussen væntar fleiri hundrað fólk til arbeiðis, tá sjálvt festivalurin er settur.
Fyrireika óvæntandi fyrikomur
Stóri pallurin er væl øðrvísi, enn hann var í fjør. Hesin pallurin er mobilur og kann tískil flytast, um okkurt skuldi komið fyri, at hann ikki kom at standa væl, har hann stendur. Hetta er millum annað orsakað av, at veðrið fór so illa við festivalin í fjør, og tískil er festivalurin nú fyrireikaður, hóast veðrið ikki fer at bila sambært veðurfrásøgnini á Portalinum.
- Skuldi tað hent seg, at veðrið fer at verða líka ringt í ár, hóast líkindi ikki eru fyri tí, hava vit fyrireika okkum á ymsan hátt. Vit hava nógv trygdar- og bjargingarfólk, løgreglu og onnur, ið kenna býin og kunnu hjálpa til. Vit hava eina góða trygdarætlan og eru væl fyrireikaði, sigur fyrireikarin av Summar Festivalinum. Eisini verða tjøldini og básarnar spent og fest.
Størsti festivalur í ár
- Tað er bæði ringt og gott at vera einasti størsti festivalurin. Mann saknar kanska tað fokusið, ið var á festivalunum í fjør, og sjálvandi kappingina eisini. Men vit noyðast sjálvandi fyrst og fremst at vera loyal yvir fyri okkara egna konsepti: Fólk í øllum aldri og familjur. Við teimum nøvnunum í eru á skránni í ár, ber til at appelera til næstan øll, sigur Steintór Rasmussen.
- Vit vænta eisini fleiri ungdómar og fólk, ið tjalda, í ár. Klaksvíkin fyllist alla tíðina, og tað eru longu nógv fólk í býnum.
Omanfyri 5000 atgongumerki seld
Steintór Rasmussen kendi ikki talið á seldum atgongumerkjum á standandi fót, tá Sosialurin spurdi hann, hvussu nógv eru seld fram til nú, men hann heldur, at omanfyri 5000 atgongumerkir er farin úr sølustøðunum.
- Nógv bíða til síðstu løtuna at keypa atgongumerkir, tí at tey bíða eftir veðrinum og øðrum, men her sær heilt rætt út, sigur fyrireikarin.
Ein festivalur til alla fjøldina
- Tað, vit kunnu gera, er sjálvandi at duga at síggja, at hvør einasti festivalgestur er týdningarmikil. Fólk í øllum aldrum koma til festivalin, og óansað aldur, bilur, bátur og annað, kann festivalurin appelera til fjøldina, sigur Steintór Rasmussen.
- Tað verða einar 30 bólkar, ið fara at framføra, og hetta er fimtu ferð, at festivalurin verður skipaður fyri, so sjálvandi royna vit at leggja skránna so, at flest fólk verða nøgd. Tey flestu higartil hava hugt eftir tónleikanøvnunum og halda skránna vera spennandi.