Sunnudagin hin 2. februar, sum er sunnudagin komandi, fara Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á flygil at undirhalda við lívligum klassiskum tónleiki í Leirvíkar Bátasavni.
Tiltakið byrjar klokkan 16.
Í seinnu hálvu av tónleikaløtuni fer Árni Jacobsen at greiða frá sínum myndum, sum hann meistarliga hevur tikið runt um í Føroyum og í heimbygd síni, Leirvík.
Annað árið á rað hevur hann valt nakrar av myndunum út og givið tær út sum “Leirvíkskalendara”. Eftir at Árni hevur greitt frá, síggjast hansara myndir sum bakgrund, meðan Monika og Jón framføra víðari.
Repertoire, sum tey bæði framføra, er sera fjølbroytt, og tónleikurin saman við vøkru myndunum verður líka sum ein serstøk ferð gjøgnum vøkru oyggjar okkara.
Tiltakið í Leirvíkar Bátasavni seinnapartin sunnudagin kann síggjast sum ein gyltur møguleiki at stytta myrkastu tíðina í árinum.
Tónleikaløtan byrjar klokkan 16, og kostnaðurin fyri atgongd til savnið er 80 krónur. Børn rinda tó einki; tey sleppa inn ókeypis.
Fyri hetta fæst góður tónleikur og vakrar myndir við frágreiðing frá myndamanninum.
Hetta verður eitt hugnaligt tiltak í Leirvíkar Bátasavni við tónleiki, samveru, kaffi, te og onkrum afturvið. Eisini verður høvi at ogna sær myndakalendaran.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey, sum skipa fyri lívliga og festliga tiltakinum í Leirvík sunnudagin klokkan 16.