FAS
Sum fakfelagsmaður var Óli Jacobsen ikki minst kendur fyri at gera vart við sjónarmiðini hjá fiski-og sjómonnum, um myndugleikarnir dittaðu sær at ganga teimum ov nær. Hann var skjótur á sjóvarfallinum og byrjaði longu at “bumba”, tá ymisku málini vóru í stoypiskeiðini – og í seinasta lagi, tá tey vórðu løgd fram á tingborð. Hann var ótroyttiligur og stríddist til tað seinasta.
Nú løgtingið í mai samtykti broytingar í ymiskum skattalógum í sambandi við FAS-skipanina, sum koma í gildi 1. januar 2009, er ikki líkt til, at nakar hevur gáað eftir, at hesar koma at ganga útyvir lønarviðurskiftini hjá eitt nú limunum í Sjómannadeildini hjá Fiskimannafelagnum.
Fríggjadagin var álitiskvinnan umborð á Norrønu, Jovita Karasinska, á vitjan á Fiskimannafelagnum, har hon saman við fleiri øðrum av manningini er limur í Sjómannadeildini.
Jovita sigur, at útrokningar, sum tey hava gjørt samsvarandi talvum hjá Taks, vísa, at fólk, sum arbeiða umborð á Norrønu í dag fyri umleið 15.000 krónur um mánaðin, eftir nýggju skipanini koma at hava eina nettoinntøku, sum verður einar 1200 krónur minni um mánaðin.
Hinvegin koma tey, sum tjena einar 30.000 krónur umborð á eitt nú Norrønu í dag, at hava tað sama eftir, meðan tær høgu lønirnar hjá eitt nú maskinmonnum og navigatørum fara at hava meira eftir við samtyktu broytingunum.
FF svevur
Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, heldur, at FF hevur sovið í tímanum, tá felagið ikki hevur varnast, at ætlaðu broytingarnar fara at ganga útyvir limirnar í Sjómannadeild felagsins.
- Tað er ein innlýsandi uppgáva hjá einum fakfelag at fylgja við uppskotum sum verða løgd fram á ting, og júst uppskotini um skattabroytingar í FAS-skipanini vóru alment frammi.
Hann sigur, at ganga slíkar broytingar ímóti áhugamálunum hjá limunum, eigur felagið sjálvsagt at vera á varðhaldi og gera vart við hesar.
- Hetta eigur felagið at gera, tá uppskotið kemur fram og eisini undir nevndarviðgerðini av málinum. Um hetta ikki verður gjørt, hava løgtingslimir alla orsøk til at halda, at “tann, sum tegir, samtykkir”, sigur fyrrverandi formaður FF’s.
Broytingarnar
Óli Jacobsen vísir á, at sjófólk hava verið skattað eftir vanligu skattalógini, soleiðis at tær lægstu inntøkurnar hava goldið minst í skatti og tær hægru meira.
- Í FAS-skipanini hava reiðararnir fingið 30% av hýrunum afturgoldið, og hetta hevur soleiðis verið meginpartin av skattinum.
Hann sigur, at eftir samtykta uppskotinum í sambandi við FAS verður skatturin hjá sjófólki fast 35% av øllum inntøkum, og síðan verður allur skatturin endurrindaður reiðarríunum.
- Tað er upplagt, at eitt slíkt uppskot bert kann gagna teimum hægru inntøkunum og vera til skaða fyri tær lægru. Hetta stendur eisini beinleiðis í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Óli.
Ikki sannførandi
- Fiskimannafelagið hevur havt ríkiligt av tíð til at gera nakað við hetta mál og at gera tær útrokningar, sum manningin á Norrønu nú sjálv má gera. At rakna við tríggjar mánaðir eftir, at lógarbroytingin er samtykt, er ikki sannførandi, heldur fyrrverandi felagsformaðurin.
Óli Jacobsen heldur, at hetta mál er enn eitt dømi um, at førleikin hjá nýggja formanninum í Fiskimannafelagnum ikki er nøktandi.
Í samrøðu við Sosialin fríggjadagin sigur Jan Højgaard, felagsformaður, at hann fer at taka málið um broytingarnar í skattalógini upp, soleiðis at hansara limir ikki verða verri fyri í skipanini.
- Vit góðtaka ikki, at umstøðurnar hjá okkara limum gerast verri, leggur hann dent á.