Fiat-vitjan hjá BR Leikum

Mánadagin 29. mai var ein flott framsýning av nøkrum gomlum Fiat-bilum uttan fyri hjá BR Leikum á Hálsi í Havn. Talan er um limir í Fiat Mini Klub, Sjælland, sum sýndu bilarnar fram, har tann elsti er frá 1950

Tað eru ivaleyst mong í Føroyum, sum minnast hesar gomlu Fiat-arnar frá 50- og 60-unum. Tað var Esso-støðin v. Frits Jensen í Gundadali, sum seldi Fiat í Føroyum. Teir fyrstu komu hendan vegin í 1957/58.
 
Fiat hava í mong ár verið eitt av tjóðareyðkennum hjá Italienarunum, sum
fyrr vóru kendir fyri akkurát hesir smáu bilarnar.
 
I mun til aðrar bilar síggja hesir smáu Fiat-arnir út sum hvølpar. Teir
minstu Fiat 500 hava einans 0,5 litur 2 syl. motor við umleið 16 hk, og
koyra frá 0-80 km/t uppá umleið 25 sek. Toppferðin er um umleið 100 km/t.
Teir viga heldur ikki meira enn 500 kg.
 
Ferðin hjá hesum 14 fólkunum við sínum sjey Fiat-bilum kom í lag í sambandi
við at Jørgen Mikkelsen, sum starvast hjá inventarfyritøkuni TOBI A/S, hevur
verið nógv í Føroyum í arbeiðsørindum. Tað eru Jørgen Mikkelsen og konan
Lisa, sum hava lagt túrin í Føroyum til rættis.
 
Bilarnir, sum tey hava við sær, eru: Tríggir Fiat 500, sum eru frá ávikavist
1950, 1962 og 1968, og tríggir Fiat 600, sum eru frá 1962, 1972 og 1973.
Tann nýggjasti er ein Fiat 126 frá 1974.
 
Sama dag sum tey komu, vóru bilarnir sýndir fram uttan fyri hjá BR Leikum á
Hálsi, har høvi var hjá fólki at síggja bilarnar og fáa eitt prát við
eigararnar. BR Leikur høvdu nøkur sera góð tilboð við modellbilum í sambandi við
Fiat-vitjanina.
 
Ferðalagið fer at ferðast kring landið við bilunum. Tey skulu vitja í
Suðuroy, Sandoy, Eysturoy, Norðoyggjum og í Vágum. Tey hava lagt eina
nágreiniliga skrá fyri túrin.
 
Bilarnir fara avstað við Norrönu fríggjadagin 9. juni.