Fidel Castro fyllir 90 ár

Treiski kubanski leiðarin rundar í dag tey 90 árini og heldur, at kubanska kommunisman fer at liva víðari

Mítt í kalda krígnum í 1959 tóku Fidel Castro og hansara fólk valdið á Kuba, og síðani hava Castro og hansara fólk havt valdið á karibisku oynni, sum liggur í túninum hjá USA.

Fidel Castro var á odda fyri einari kommunistiskari kollvelting, og kubanska samfelagið hevur síðani verið merkt av hesari politisku læruni. Castro og hansara fólk hava verið sera treisk og staðið ímóti vesturlendskari ávirkan, men tað hevur eisini merkt samfelagið, sum er fátæksligt, á fleiri økjum illa útbygt og køvandi fyri politskt og samfelagsligt virksemi hjá borgarunum.

Fidel Castro sat sum tann sterki leiðarin á Kuba fram til 2008 – tað vil siga í næstan hálva øld. Tá lat hann valdið til beiggja sín, Raul Castro, sum framvegis er forseti á Kuba.

Hóast ivasamt er, hvussu kubanska samfelagið hevur havt tað undir kommunistiskari leiðslu, er Fidel Castro fyri mong ein ikonsk ímynd av uppreistri og frælsi frá vesturlendskari imperialismu.

Seinastu tvey árini er sambandið millum Kuba og USA blivið nakað betri, og londini siga seg hava í hyggju at fáa forðingar í sambandinum landanna millum burtur.

Í apríl var Fidel Castro seinast at síggja. Tá helt hann talu á floksstevnu hjá kubanska kommunistaflokkinum.

- Skjótt verði eg 90 ár. Tað hevði eg ongantíð roknað við fór at henda. Skjótt verði eg sum øll onnur – okkara tíð kemur. Men hugskotið hjá kubansku kommunistunum fer at liva víðari, segði Fidel Castro.

Í dag hátíðarhalda kubanar føðingardagin hjá Fidel Castro, men tað er óvist, um Castro fer at vísa seg fyri almenninginum.