Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
FIF við Boga Hansen, Leivi Mortensen, og brøðrunum Janusi og Jónasi Djurhuus tók móti Lemvig-Thyborøn við Kjartan Johansen á liðnum.
Tað eydnaðist FIF at vinna ein tepran 27-26 sigur. Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var FIF á odda 26-22. Tá settu Kjartan og liðfelagarnir inn ein endaspurt, men teir blivu akkurát ov stuttir til at fáa stig við sær til Vesturjútlands.
Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Jónas var næstbesti málskjúttin hjá FIF við fimm málum. Bogi skoraði tvey mál, og Leivur og Janus skoraðu eitt hvør. Kjartan var við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn.
Tað vóru satt at siga sjey føroyingar á vøllinum. Tí tað vóru Høgni og Andrias Fríðuson Gaard sum dømdu dystin millum FIF og Lemvig-Thyborøn.
Bæði FIF og Lemvig-Thyborøn hava tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Í morgin klokkan 16 verður aftur føroyingauppgerð í deildini. Tá tekur liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus móti liðnum hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, Team Sydhavsøerne.