FIFA: Føroyar ganga eitt pláss aftur

Hóast ein sigur á Litava og ein javnleik móti Luksemborg, so ganga Føroyar aftur

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur kunngjørt nýggjast styrkilistan hjá monnunum. Hóast Føroyar hava vunnið á Litava og spælt javnleik í Luksemborg, so gongur føroyska liðið eitt pláss aftur á styrkilistanum.

 

Føroyar eru nú nummar 125. Vit kunnu ugga okkum við, at vit hava munin á Komoroyggjunum, ið eru nummar 126. Aftaná teimum koma kendir fótbóltslond sum Togo, Aserbadjan og Lettland. Frammanfyri okkum eru lond sum Angola, Simbabvi og eitt frammanfyri okkum er Gambia.

 

Brasil er framvegis nummar eitt á FIFA styrkilistanum, eftir at hava tikið plássið frá Belgia í mars mánaði. Belgia er á øðrum plássi, meðan Argentina hevur yvirhálað heimsmeistararnar úr Fraklandi, ið hava staðið seg illa í seinastuni.

 

Av teimum fremtu ganga Spania, Holland og Danmark fram, meðan Italia, Portugal og Meksiko ganga aftur. Størstu framgongdina á listanum hea ferð eigur Kasakstan, ið gjørdi eitt lop upp á 11 pláss fram til nummar 114.