FIFA hjálpir KÍ at fáa fatur á spæliloyvi

Fótbóltur: Tað gongur illa at fáa spæliloyvi hjá nýggja pólverjanum hjá KÍ, sum møguliga er offur fyri innanhýsis stríði í pólskum fótbólti. Nú er aljtóða fótbóltssamgongan blandað upp í málið

Fyrst í februar komu tveir pólverjar til Klaksvíkar. Teir ætlaðu sær at steðga til fyrst í oktober, og endamálið við ferðini er, at teir skulu hjálpa klaksvíkingum at spæla fótbólt. Annar er gamli kenningurin, Marek, og við honum eru eingir trupulleikar. Hann hevur spælt fótbólt í Føroyum í so mikið nógv ár, at hann í fótbóltshøpi verður roknaður sum aðrir føroyingar.

Hin pólverjin eitur Andrzej Pacek, og klaksvíkingar siga, at han er ein stinnur verjuspælari. Eftir tí, sum vit hava frætt úr Klaksvík, eru eingir trupulleikar av manninum - burtursæð frá, at hann sleppur ikki at spæla við KÍ, og tað má sigast at verða ein stórur trupulleiki, tá tú ert komin til Klaksvíkar júst við tí fyri eyga at spæla við KÍ.

Svend Jacobsen er formaður í KÍ, og hann sigur, at tá spælarin kom til Føroya hevði hann bræv við frá felagnum, sum hann hevur spælt fyri - tað eitur Miedz - og í brævinum, sum er á pólskum og við eingilskari umseting, boðar felagið frá, at teir hava leysgivið spælaran, og at teir hava sagt pólska fótbóltssambandinum frá hesum.

Spæliloyvi fara um skrivstovurnar hjá fótbóltssambondunum. Fyri at tryggja seg heitti KÍ 8. februar á FSF um at seta seg í samband við skrivstovuna hjá pólska fótbóltssambandinum og fáa neyðuga skrivið frá teimum. Tað hevur FSF gjørt, men úr Warzawa er einki svar komið, og beint fyri páskir fekk KÍ at vita frá FSF, at teir ikki kunnu brúka pólska verjuspælaran fyrren skrivið er komið úr Póllandi.


FIFA upp í leikin

FSF hevur fleiri ferðir roynt at fingið svar úr Póllandi, men higartil hevur tað verið til fánýtis, og nú eru bæði UEFA og FIFA komin uppí málið. UEFA hevur umvegis FSF sagt KÍ frá, at í slíkum førum er neyðugt at biðja FIFA taka sær av málinum, og FSF hevur sent áheitanina avstað. FSF hevur síðani fingið avrit av brævi, sum FIFA hevur sent pólska fótbóltssambandinum. Í brævinum verður biðið um, at spæliloyvið verður sent til Føroya beinanvegin.

Eingin í Føroyum veit við vissu, hvør orsøkin til drálið í Póllandi er. Tað er tó greitt, at talan er ikki um pengar. Í pólsku ásetingunum verður sagt, at teirra fótbóltssamband kann krevja pengar fyri spælarar, sum fara uttanlands. Upphæddirnar, sum kunnu krevjast, eru treytaðar av aldri, men eingir pengar kunnu krevjast fyri spælarar, sum eru eldri enn 32 ár. Pólverjin, sum gongur og bíðar í Klaksvík, er 34 ára gamal.

Tað kann vera, at talan bert er um líkasælu, men tað kann eisini hugsast, at talan er um stríð millum regionalu umsitingarnar og landsumsitingina av fótbóltinum í Póllandi. Viðurskiftini í pólskum fótbóltspolitikki hava ikki verið lítið turbulent. Tað er ikki so langt síðani, at politisku myndugleikarnir í Póllandi settu alla fótbóltsleiðsluna í landinum frá, men tá blandaði FIFA seg uppí og boðaði frá, at um gamla leiðslan ikki varð sett aftur, so fór Pólland at verða útilokað úr øllum altjóða kappingum. Hendan hóttanin hjálpti.

Nú fáa vit so at síggja, um tað fer at hjálpa, at FIFA hevur sett kniklar í brýr fyri at fáa spæliloyvið til pólverjan í Klaksvík uppá pláss!