Altjóða fótbóltssamgongan hevur júst kunngjørt nýggjasta styrkilitan. Føroyar ganga eitt pláss aftur og eru nú nummar 109.
Vit eru ájavnt Aserbadjan, sum vit taptu móti tvær ferðir í Nations League í fjør. Frammanfyri okkum eru Niger og Kenja, meðan vit halda lond sum Miðafrikanska Lýveldið og Mosambik.
FIFA styrkilistin lýsur eina afturgongd hjá føroyska landsliðnum í løtuni, men styrkilistin fortelur ikki allan sannleikan. Millum annað liggur Kosovo á 119. plássi. Teir hava bara tapt eina ferð í yvir tjúgu landsdystum, men landið er so mikið nýtt, at tað tekur tíð at koma upp á pláss á styrkilistanum.
Belgia er framvegis nummar eitt á styrkilistanum, meðan Frakland nú hevur yvirhálað Brasil á øðrum plássi. Spaina, sum vit júst hava spælt ímóti, liggur á sjeynda plássi.
Topp 10 + útvald:
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Portugal
6. Uruguay
7. Spania
8. Kroatia
9. Kolumbia
10. Argentina
14. Danmark
15. Italia
16. Týskland
18. Svøríki
31. Rumenia
41. Ísland
47. Norra
54. Finnland
109. Føroyar
139. Andorra
179. Malta
197. Gibraltar
210. San Marino