Føroyar fara tann skeiva vegin á nýggjasta FIFA styrkislistanum, ið er komin út í dag.
Føroyar fara 7 pláss aftur til nummar 171. Í mai hevði Føroyar 91 stig og nú hevur Føroyar 89 stig. Størsta orsøkin til tað, er at 0-0 javnleikurin móti Luksemburg tann 4. juni 2010 nú fer út úr systeminum.
Ein onnur orsøk er, at Føroyar ikki hava spælt nakran venjingardyst í ár, har Føroyar hava havt møguleika fyri at fáa FIFA stig. Dysturin móti Gibraltar á venjingarleguni 1. marts gav eingin FIFA stig til Føroyar, av teirri orsøk at Gibraltar einans er skrásett í UEFA og ikki í FIFA.
Føroyar hava ikki spælt nakran venjingardyst hendan seinasta mánaðin, sum annars tey flestu londini í UEFA hava gjørt. Tí hava Føroyar ikki havt møguleika til at vunnið sær FIFA stig.
Liðið sum hevur flutt seg mest seinasta mánaðin er Palestina. Palestina var eitt pláss frammanfyri Føroyar á síðsta styrkislista, men hava eftir tveir sigrar og ein javnleik, flutt seg 71 pláss rætta vegin til nummar 94.
Næsti dystur hjá Føroyum er í september, tá Finnland kemur á vitjan í samband við nýggju EM undankappingina.