Fíggjarnevndin gevur Kristinu Háfoss krakk

Ein samd fíggjarnevnd heitir á løgtingið um ikki at samtykkja eitt mál, sum Kristina Háfoss hevur lagt fyri tingið. Talan er um uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum, um at avtaka samdøgursfrádráttin hjá fiskimonnum, sum sigla við norðurlendskum skipum.

 

Kristina Háfoss legði uppskotið fyri tingið 4. desembur, og tað var fyri 1. viðgerð 9. desembur. Nú hevur fíggjarnevndin viðgjørt málið og hevur snøgt sagt valt at burturvísa málinum. Ein samd fíggjarnevnd heitir á løgtingið um ikki at samtykkja málið.

 

Fíggjarnevndin skrivar í sínum áliti, at landsstýriskvinnan áður hevur boðað frá, at ein skattanevnd skal hyggja eftir samlaðu skattaskipanini, og tí heldur nevndin, at rættast er at bíða eftir hesi nevndini, heldur enn at gera broytingar í skipanini nú.

 

- Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, skrivar nevndin í álitinum.

 

Eftir ætlan skal hetta uppskotið forvinna landskassanum tríggjar milliónir krónur afturat, sum fara at mangla í, um løgtingið ikki vil samtykkja uppskotið.

 

Í fíggjarnevndini sita Ruth Vang, formaður, Helena Dam á Neystabæ, Hilbert Elisson og Pauli Trond Petersen úr samgonguni og Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen úr andstøðuni.