Filmsbrot: Svangur kalvi eltir tosk

Tá løtan er hin rætta, høggur spenti veiðimaðurin til – og fast er.

 

 

Tá Magnus Berg Neergaard stendur og dregur dagsins fong á tráðu, sum er ein góður toskur, sær hann, at ein hampiligur kalvi fylgir toskinum – heilt upp í vatnsskorpuna.

Kalvin, sum tykist vera svangur, roynir at fáa fatur á toskinum og gáar tískil ikki eftir, at Magnus Berg Neergaard stendur klárur við gogginum, tá kalvin nærkast.

Tá løtan er hin rætta, høggur spenti veiðimaðurin til – og fast er. Magnus Berg Neergaard syftir kavan inn í bátin, og góði fongurin er vísur.

Filmsbrotið, sum eitt nú VG endurgevur, kann síggjast um hesa leinkju - 

https://www.vgtv.no/video/181442/overraskelse-fra-dypet-er-det-sant