Göteborg Film Festival leitar eftir einum fólki, sum vil fara út á oydna oyggj í Svøríki at búgva í eina viku. Á oynni skal fólkið hyggja eftir filmum, og endamálið er at kanna, hvat fólk, sum eru í isolatión, halda um filmar.
Lítla oyggin Hamneskär liggur nakað uttan fyri Göteborg, og har eru hús at búgva í. 30. januar verður eitt fólk siglt út á oynna, sum bæði er vøkur og dramatisk, og uppihaldið er fram til 6. februar. Tað ber ikki til at taka fartelefon, teldu, bøkur ella aðrar lutir við sær. Á oynni kann fólkið velja burtur úr 60 filmum, sum verða frumsýndir á Göteborg filmsstevnuni.
Uppgávan hjá einabúgvanum á oynni verður at dokumentera uppihaldið við videoupptøkum.
– Vit eru áhugað í at vita, hvussu fatanin hjá fólki av filmi broytist undir hesum umstøðum, sigur Jonas Holmberg, sum er listaligur leiðari fyri filmsstevnuna.
Uppihaldið á Hamneskär er púra trygt. Matur verður latin, og ein filmsstova verður innrættað til at hyggja eftir filmi í. Av trygdarávum verður ein persónur afturat knýttur at oynni, men hann skal ikki hava samband við persónin, sum filmsstevnan sendir út.
Fólkið, sum skal veljast, skal hava áhuga fyri filmi og skal metast at tola sjey dagar í isolatión á oynni. Samrøður verða gjørd við útvald fólk.
Umsóknarfrestin til uppihaldið er 17. januar, og meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Göteborg Film Festival.
##med2##