Filmsummælarar: Deyðin skal takast í álvara

Nýggjasti filmurin frá Tarantino, Django Unchained, hevur elvt til ónøgd millum ummælarar í Danmark.

 

Á heimasíðuni hjá blaðnum Kristeligt Dagblad, skrivar Sørine Godtfredsen, sum er journalistur og prestur, at hon heldur tað vera umráðandi, at filmsummælarar og framleiðarar viðgera trupla spurningin um hvussu langt filmar kunnu fara fyri at lýsa og vísa morð.

 

Hon vísir á, at deyðin skal takast í álvara, og tí heldur hon, at Django fer út um mark.

 

Hon sigur, at hóast ein illa kann geva filmum beinleiðis ábyrgd fyri hvussu ungdómurin í eitt nú USA uppførir seg, so heldur hon tað kortini vera lítil ivi um, at harðskapur í telduspølum og filmum á onkran hátt ávirkar móttakaran.

 

- Tí er tað ein stórur og umráðandi spurningur, um ein filmsframleiðari, sum er tann, sum nýtur mest harðskap í sínum filmum í dag, skal sleppa avstað við at hevja seg uppum hetta kjakið við at siga, at alt kann er loyvt, so leingið talan er um list, sigur hon.

 

Eisini ummælarin hjá P1 sendingini Filmland, Per Juul Carlsen, hevur viðgingið, at hann nú hevur fingið nóg mikið. Hóast hann er fjeppari av Tarantino, so heldur hann, at Django fer út um mark.

 

Django verður vístur í biografinum í hesum døgum.