Fótbóltur
Á sumri í 1974 gjørdist Brian Clough venjari hjá Leeds United, sum sama vári vann enska meistaraheitið.
Uppihaldið í Leeds gjørdist tað einasta miseydnaða starvið Brian Clough tók á seg, sum fótbóltsvenjari. Clough tók við starvinum, tá Don Revie gjørdist landsliðsvenjari hjá Onglandi. Men talan gjørdist um eitt sera stutt tíðarskeið, sum Leeds-venjari.
Brian Clough kom í starvið 20. juli, og longu 3. september, var hann uppsagdur. Hann stóð við róðrið hjá Leeds United í sjey dystum. Clough fekk ein sigur, tríggjar javnleikir og trý tap í hesum sjey dystunum.
Ein andsøgn
Stutta tíðarskeiðið hjá Clough, sum Leeds-venjari stendur, sum ein stór andsøgn til tey drúgvu tíðarskeiðini hann var venjari hjá Derby County og Nottingham Forrest.
Brian Clough førdi bæði hesi liðini til enska meistaraheitið. Nottingham Forrest førdi Clough eisini til tvey europeisk meistaraheiti, umframt fýra sigrar í Liga Cup kappingini.
Tað er eisini ein andsøgn, at Clough tók á seg starvið, sum venjari hjá Leeds.
Alment hevði hann funnist at Don Revie og spælistílinum hjá Leeds. Brian Clough var sera opinskáraður, og helt at spælistílurin hjá Leeds var alt ov harðligur, og beinavegin kom hann uppá tvørs av Leeds-spælarunum, sum ikki dámdu at hoyra hann siga hetta.
The Damned United
Rithøvundurin, David Peace hevur skrivað eina skaldsøgu um stutta tíðarskeiðið hjá Brian Clough, sum venjari hjá Leeds United.
Bókin fekk heitið “The Damned United”. Familjan hjá Brian Clough – sum doyði í 2004 – hevur alment sagt sína misnøgd um bókina.
Bókin er tað ein nevnir “Faction”, t.v.s. at bókin fyri ein stóran part er fakta, men partar eru fiktión – íspunnið.
David Peace hevur vart seg ímóti atfinningunum við at vísa á, at The Damned United er ikki ein ævisøga, men ein skaldsøga, og at hann tá hevur eitt frælsi sum listamaður at leggja sær orðini.
David Peace hevur havt samband við fólk, sum vóru í starvsliðnum hjá Leeds, tá Brian Clough var í starvi, sum høvuðsvenjari, og hevur tað inspirera hann til at skriva skaldsøguna. David Peace var sjálvur sjey ára gamal, tá Brian Clough fekk sekkin í Leeds.
Í bókini brennur Brian Clough gamla skriviborðið hjá Don Revie, og tað høvdu tey avvarðandi ógvuliga ilt við at góðtaka.
Ìrin, Johnny Giles sum spældi við Leeds dróg David Peace í rættin. Orsøkina sigur Johnny Giles vera:
- Nógv av tí sum David Peace skrivar um í bókini, hendi ongantíð í veruleikanum. Tí sá eg meg noyddan at fara í rættin við bókini, at talan var eina íspunnað søgu, sum bara hevði lutvíst sannleikavirði.
Filmatisera
Sum so mangar aðrar skaldsøgur, so er The Damned United nú filmatiserað.
Tom Hooper er leikstjórin aftanfyri filmsverkætlanina, sum sjónvarpsstøðin, Channel Four hevur verið við til at seta í verk. Ummælarnir hava verið serliga væl nøgdir við hvussu tað hevur eydnast Tom Hooper at endurgeva ymisk hæddarpunkt frá fótbóltsdystum.
Áðrenn hann byrjaði uppá stóru filmsverkætlanina við The Damned United, vóru tað fleiri fólk, sum annars ráddi honum frá at endurgeva fótbóltsdystir í einum spælifilmi. Men eftir mangra tykki í Onglandi, so er Tom Hooper komin sera væl frá hesum.
Tá talan er um kulissur, klæðir, bilar o.a. hevur tað eisini ligið ræðið fyri at endurgeva tíðarskeiðið í byrjanini av 1970-árunum.
Til áskoðarar brúkti filmsliðið 200 statistar, og so 2.000 uppblástar dukkur, men filmatiseringin gevur eina veruleikanæra kenslu, sambært bretsku filmsummælarum.
Tony Blair og David Frost
Høvuðsleiklutin sum Brian Clough hevur enski filmssjónleikarin, Michael Sheen, sum áður hevur gjørt vart við seg í leiklutunum, sum Tony Blair í “The Queen” og David Frost í filminum “Frost/Nixon”.
Michael Sheen hevur nærgranska, hugt og lurtað eftir upptøkum av Brian Clough fyri at kunna gera sítt besta, sum Brian Clough í The Damned United. Tá Brian Clough úttalaði seg alment til BBC og ITV, so var tað bæði á ein arrogantan og stuttligan hátt. Tiltikið er, at hann segði:
- Eg veit ikki um eg var tann besti venjarin nakrantíð, men eg var í topp eitt!
Í filminum sæst eitt brot, har Mohammed Ali, sum annars dugdi ótrúliga væl at leggja sær orðini, í bretskum sjónvarpi bað Brian Clough vælsignaðan gevast við at vera so væltalandi og stuttligan, tí hann kendi seg hóttan av hesum.
Skaddur sum spælari
Í allari sínari granskan hevur Michael Sheen bara funnið eitt brot, har Brian Clough ikki vísir seg frá sínari arrogantu síðu.
Talan er um eina upptøku, har Clough á einum sjónvarpsmonotori sær skaðan, sum gjørid ein enda á fótbóltsyrkisleiðini hjá honum í 1964, tá hann var 29 ára gamal.
Á upptøkunum sæst ein næstan rørdur Clough, sum síðani leggur til merkis, at sjónvarpsupptøkutólini eru í gongd, og so vendir hann aftur til tann vanliga vælorðaða og arroganta Brian Clough.
Michael Sheen var ein rættiliga góður fótbóltsspælari sum ungur drongur, og droymdi einaferð um at gerast yrkisspælari, tí lá tað ræðið fyri hjá honum at sparka ein bólt elegant í netið í filminum, og siga:
- Eg tori at vedda uppá, at tit ongantíð hava sæð Don Revie gjørt hatta!
Filmurin hevur havt eina fíggjarætlan, sum ljóðar uppá 5 miljónir bretsk pund, og varar hann 97 minuttir. Síðani hann kom í kykmyndahallirnar 27. mars, hava mong verið og sæð hann. Ein kann bert vóna, at filmurin eisini kemur til Føroya.
Mynd: Clough