Filmur um føroyingar og grind í uppskoti til stóran heiður

Hann er í uppskoti til eina Emmy virðisløn, ið fremsta sjónvarpsvirðisløn og hevur somu tign ímillum sjónvarpssendingar, sum Oscar hevur fyri filmsídnaðin

Tað er nú greitt, at grindafilmurin, »The Islands and the Whales« er í uppskoti til at fáa eina Emmy virðisløn. Hann er í uppskoti til at fáa virðislønina fyri » OutstandingScienceandTechnologyDocumentary« 

 

Tað er skotski filmsframleiðarin, Mike Day, sum hevur gjørt filmin, sum er um føroyingar og har grindadrápið er tann reyði tráðurin, ið bindur hann saman.

 

Filmurin er vístur víða hvar úti í heimi og hevur eisini vunnið virðislønir, men nú er hann so í uppskoti til tignarligastu sjónvarpsvirðislønina av øllum.

 

Virðislønin verður handað 1. oktober í New York.