Í eini tvey ár hevur sjónvarpslið fylgt Ingálvi av Reyni, listamanni. Ætlanin er at burturúr skal spyrjast ein dokumentarfilmur um listamannin. Ingálvur av Reyni er staddur í Danmamrk í løtuni og visti hann ikki so nógv at greiða frá um filmin.
Ingálvur váttar, at í nærum tvey ár hava mynda- og ljóðmenn fylgt við honum. Hann hevur prátað við teir og teir hava tikið myndir. Tað Ingálvur visti, so væntaði hann filmin seinni í vár.
Dánjal Højgaard hevur saman við Herluf Sørensen, Óla Olsen og myndamanninum Hans Petur Hansen, staðið fyri at gera dokumentar um listamannin Ingálv av Reyni. Hesir teljast millum dugnaligastu og royndastu sjónvarpsfólk okkara. Dánjal hevur verið í Danmark nøkur ár, har hann saman við Øssur Winthereig hevur stjónað blaðnum "Føringurin". Dánjal Højgaard er nú aftur í Føroyum, og vit hava vent okkum til hansara at frætta nærri um myndadokumentið um ein av kendastu listamenn okkara.
Ingálvur av Reyni luttekur í løtuni á framsýning í Århus, nevnd Profilen. Framsýningin læt upp 16. januar og er opin til 14. februar.