Dokumentarfilmur um eina legendu innan tónleik verður veruleiki í heyst.
Quincy Jones, jazztónleikari og tónleikaframleiðari, arbeiddi við teim flestu stóru stjørnuum, ið vit øll kenna, so sum The Beatles, Frank Sinatra og Michael jackson.
Netflix ætlar nú at gera film um 85 ára gamla Jones, og á tann hátt at heiðra mannin, ið var trompetleikari, framleiðari, dirigentur, tilrættaleggjari og filmskomponistur, skrivar gaffa.dk millum annað.