Fimleikafagnaður 1998

Fimleikur: Stóra fimleikakappingin »Fimleikafagnaður 1998« verður hetta vikuskiftið. Evnið hesaferð er »Áin«.

Fimleikafagnaðurin 1998 verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 7. november kl. 19.30 og sunnudagin 8. november kl. 16.00.

Hetta er sjeynda árið, at Fimleikafagnaðurin er á skránni, og hesaferð er evnið »Áin«.

Undanfarnu ár hava evnini verið: Árstíðirnar, Tey fýra elementini, Samdøgrið, Lívið, Fuglakvæðið og »30-árini, 60-árini, 90-árini og 2010«. Trý feløg hava luttikið hesi seks árini og tey eru HF, Ljósið og Støkk. Hvørt av hesum feløgum hevur vunnið tvær ferðir. Afturat hesum trimum feløgum verður fimleikafelagið Flog úr Fuglafirði við fyri fyrstu ferð við í ár. Hesi fýra feløg hava tilsamans 400-500 luttakarar, sum taka lut í fimleikafagnaðinum.

Uppgávan er at vísa breiddina í felagnum gjøgnum ársins evni, og hvørt felag fær í mesta lagi 20 min. til framførsluna.

Tíggju dómarar verða valdir at døma fimleikafagnaðin. Tað er ikki neyðugt, at hesir dómarar hava nakað ávíst samband við fimleik, men miðað verður ímóti at finna dómarar við ymiskum førleikum í fjølbroyttari vinnu. Dómarametingin skal fevna um hesi øki: fimleikur/framførsla, lýsing av evninum, ljós/ljóð og samanspæl/heildarmynd, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á fimleikaliga partin. Avgerðin, um hvør hevur lýst ársins evni »Áin« á besta hátt, fellur aftaná framførsluna sunnudagin.